Edmund Joensen setti í innleggi á heimasíðu síni í gjár sjóneykuna á norðurlendska vælferðarskipanina.
- Flestu lond í Europa fyrireika seg til versnandi vælferð, og í Norðurlondum verður talað um, at sonevnda "norðurlendska modellið" er í vanda. Í mong áratíggju hevur hesin norðurlendski leistur tryggjað øllum borgarum sama rætt til vælferðartænastur. Øll hava t.d. krav uppá ókeypis sjúkraviðgerð, skúlagongd og rætt til sosialhjálp, um tørvur er á slíkari - bert fyri at nevna nøkur fá grundleggjandi rættindi. Nú verður spurnartekin tó sett við okkara norðurlendska máta at veita øllum vælferð uppá, eisini í Føroyum.
Hann vísir á, at fíggjarligi grundvøllurin undir vælferðarskipanini máast burtur, so hvørt sum fólk liva longri, tey eldru gerast lutfalsliga fleiri og tørvurin á vælferðartænastum veksur, samstundis sum talið av fólkum í arbeiðsførum aldri minkar.
Edmund Joensen ásannar, at eisini her í Føroyum standa vit framman fyri týðandi avbjóðingum á vælferðarøkinum, og vil hann vera við, at forskattingin av pensjónunum, sum hann gevur Fólkaflokkinum ábyrgdina av, hevur syrgt fyri at vælferðin í Føroyum longu nú er í afturgongd.
- Okkara samfelag livir framvegis upp á lánta vælferð. Kaldi veruleikin er, at tað verður sera trongligt á komandi løgtingsfíggjarlógum, tá ið undirskot skulu fáast burtur, og Føroyar skulu byrja at gjalda milliardaskuldina niður, skrivar Edmund Joensen.
Edmund Joensen sigur, at loysnin er at finna í Ríkisfelagsskapinum.
- Vit mongu, sum ganga fult inn fyri Ríkisfelagsskapin, kenna gongdu leiðina úr høgravíðgongdari sonevndari discount-vælferð. Vit vilja hava reformar framdar í Føroyum, sum kunnu útvega egna fígging til egna vælferð. Men vit vilja sanniliga eisini krevja okkara rætt sum ríkisborgarar, skrivar Edmund Joensen.
Edmund Joensen vil vera við, at líka síðani heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, hava Føroyar og Danmark, saman við Grønlandi, havt eitt slag av sosialari kontrakt, sum hevur tryggjað, at allir partar í ríkinum skulu hava á leið sama vælferðarstøði.
Edmund Joensen spurdi tí fyrst í desembur danska forsætisráðharran eftir hesi sosialu avtaluni. Svar hennara var greitt. Á teimum økjum, sum Landsstýrið ikki hevur yvirtikið, skal danska stjórnin tryggjað eitt hóskandi støði, meinlíkt tí støði, ið er í Danmark.
- So leingi eitt øki ikki er yvirtikið, er tað okkara skylda at tryggja, at støðið er so at siga tað sama í øllum Ríkisfelagsskapinum, segði Helle Thorning-Schmidt í aftursvarinum til fólkatingslimin.
Og Edmund Joensen fegnast sum vera man um svar hennara.
- Sosiala avtalan hevur, út frá útsøgn forsætisráðharrans, framvegis gildi, tá ið tað snýr seg um heilsuverkið, serforsorgina og pensjónir. Hetta eru felags mál í Ríkisfelagsskapinum. Nú ræður um, at føroyingar krevja sín sjálvsagda rætt í Ríkinum. Tað er sunn fornuft. Alternativið er, at vælferðin versnar, og at livifóturin í Føroyum, sum longu er uml. 30 % undir tí danska, heldur fram at lækka, skrivar hann at enda.