Samanberingin við Messi hevur gjørt tað torført

Premeir League: Norska stórtalentið, Martin Ødegaard, er útleigaður frá Real Madrid til Arsenal

Martin Ødegaard var bara 16 ára gamal, tá hann í 2015 skifti til Real Madrid. Hann bleiv samanborin við spælarar sum Lionel Messi, men síðani hevur yrkisleiðin ikki rakt slíkar hæddir, hóast fótfimi miðvallarin hevur staðið seg væl í bæði hollendskum og sponskum fótbólti, tá hann hevur verið útleigaður.

Martin Ødegaard er í dag 22 ára gamal, men tað er ikki pláss fyri honum í Real Madrid. Tí er hann í vikuni útleigaður til Arsenal. Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, hevur í samband við skiftið sagt, at tað er ómøguligur dystur at vinna, tá tú sum ungur verið samanborin við spælarar sum Lionel Messi.

- Martin er Martin. Seinastu kappingarárini hevur hann ment seg á rættan hátt. Eg havi fylgt honum tætt, tí hann hevur verið útleigaður til Real Sociedad, tí tað er har eg komi frá. Hann er eitt stórt talent, men hann hevur brúk fyri røttu umstøðunum fyri at mennast enn meir. Hann er avbera góður at spæla sum bæði 8’ari og 10’ari, men kann eisini spæla á síðunum. Hann er sterkur á bóltinum og kann skapa møguleikar, sigur Mikel Arteta um Martin Ødegaard.

Venjarin hjá Arsenal leggur tó afturat, at norski miðvallarin skal venja seg við at arbeiða harðari uttan bólt. Martin Ødegaard spældi landsdyst á Tórsvølli 2019, tá Norra vann 2-0.