Føroyska landsliðið vann í kvøld 4-1 á Gibraltar í einum venjingardysti. Christian L. Holst skoraði tvey mál, meðan Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson skoraðu hvør sítt. Eisini misnýttu vit eitt brotsspark, sum Fróði Benjaminsen sendi uppum.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Dysturin er ikki FIFA skrásettur, tí Gibraltar er ikki limur í FIFA, men bara í UEFA. Tí telur sigurin ikki við á FIFA styrkilistanum.
Gibraltar-Føroyar 1-4 (1-2)
1-0: Roy Chipolina
1-1: Jóan Símun Edmundsson
1-2: Christian Lamhauge Holst
1-3: Hallur Hansson
1-4: Christian Lamhauge Holst
Føroyar: (4-4-1-1)
Teitur Matras Gestsson (Tórður Thomsen, 46.) - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Gunnar Haraldsen, 85.) - Gilli Sørensen (Kaj Leo í Bartalsstovu 81.min), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson (Karl Løkin, 76.), Pól Jóhannus Justinussen (Heini Vatnsdal, 46.) - Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson(Klæmint A. Olsen 81.min)
Les eisini: Føroyar vann 4-1 á Gibraltar
Les eisini: Lars Olsen fegnast og tó