Tað eru einsljóðandi orð, sum eru at hoyra frá teimum av stóru monnunum hjá EB/Streymi. Jákup Martin Joensen man vera leikarin, sum hevur feskastu royndirnar frá bestu deildini, har hann í 1998 var ein partur av B36 liðnum, sum tá vann bronsu.
Kendastur av øllum man tó vera venjarin, Bergur Magnussen. Á oyggjaleikunum í 1989 bumbaði hann alla mótstøðu sundur og saman, og í árunum kring hetta skeyt hann eisini mong mál fyri B36.
Talan frá teimum er einsljóðandi, tá spurt verður um, hvørjar orsøkirnar eru til góðu gongdina hjá felagsliðnum hetta kappingarárið. Orð sum samanhald, vilji og stuttleiki ganga aftur hjá báðum tveimum, og at talan er um menn, sum stríðast til tað seinasta, hava fleiri dømi verið um í ár.
Sjálvur hevur Jákup Martin hug at taka tveir dystir framum, tá hann skal nevna dømi um hetta. Í útidystinum móti HB var EB/STreymur aftanfyri 3-0 í hálvleikinum, men teir megnaðu kortini at venda hesum til 6-3 sigur. Eisini nevnir hann dystin mótiu B36 fyri viku síðani. Tá skoraði felagsliðið trý mál, og øll fullu hesi í yvirtíðini av teimum báðum hálvleikunum, so at treiskni stenudr ovarliga á dagsskránni er lítið at ivast í.
Mugu styrkjast
Jákup Martin fer í næstum av aftur landinum, tí hann er bert heima í útbúgvingarørindum, so hann verður neyvan tøkur komandi árið.
Bergur Magnussen heldur tó sjálvur, at tað í veruleikanum ikki skal so nógv til, fyri at liðið skal kunna standa seg í bestu deildini.
- Talentið er so avgjørt til staðar, og so er spurningurin, um viljin eisini er har, tí talan verður um nakrar sera strævnar dystir, áðrenn leikararnir hava vant seg við ferðina í fremstu deildini, heldur venjarin.
Um hann sjálvur kemur at standa við stýrisvølin til tað tíð, er hann ikki so vísur í. Heldur ikki verður tað á vøllinum, at gamli toppskjúttin verður at síggja, men hann gav tó eina ávaring til komandi mótstøðuliðið, NSÍ.
- Nú eru vit tryggjaðir, so eg haldi eg farið á vøllin sjálvur næsta leygardag, segði Bergur Magnussen við einum smíli, áðrenn hann saman við leikarunum aftur fór at fegnast um gullmerkini