Samanhald fram um skilna

Tað var boðskapurin, sum fyrireikararnir høvdu at bera áhoyrarunum, tá Challenge Trophy-kappingin varð sett. Ein boðskapur, sum cypriotar helst kenna betur enn tey flestu

Larnaca, Cypros: Í áratíggju hevur Cypros nevnliga verið býtt í ein turkiskan og ein grikskan part. Ein skilnaður, sum ST-trygdarlið í nógv ár eisini hava hildið eygað við, tí veruligur vandi fyri borgarakríggi ella eina turkiskari herseting støðugt hevur verið til staðar. Og tann gerandisdagurin hevur við árunum gjørt, at Cypros í dag er sett saman av tveimum púrasta ymiskum veruleikum.


Haldið saman

Júst royndirnar av hesum vóru tær, sum fyrireikararnir løgdu størsta dentin á, tá Challenge Trophy-kappingin varð sett her við Larnaca.

- Latið hesa kappingina verða ein stevna, har vinarlag og samanhald eru í hásætinum. Vit vita av egnum royndum, hvussu strævin gerandisdagurin kann verða, um vit ikki halda saman. Og okkara vón er, at vit her á Cypros eisini finna saman sum eitt fólk og sum ein tjóð, var niðurstøðan hjá formanninum í olympisku nevndini hjá Cypros, tá hesin setti kappingina.

Umframt varaforsetan í olympisku nevndini hjá Cypros, vóru eisini røðarar fyri cypriotiska hondbóltssambandið, cypriotiska ítróttasambandið og fyri Larnaca, har kappingin verður hildin.