Samanhald skapar avrik

Í nýggjársrøðu síni á Toftum gamlaárskvøld, tosaði Haldor Gaardbo, serliga um týdningin av samanhaldi - og um hvat skapast kann, tá samanhald er í fólkinum og millum kommunur

Nýggjársrøða

- Tað er mær ein stórur heiður at halda hesa fyrstu nýggjársrøðu her á hesum snotuliga kajøki á Toftum hetta gamlaárskvøld 2011, sum fyrireikararnir av hesum kvøldi hava lagt fyri dagin. Sum eg havi skilt, er ætlanin, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak komandi árini.
Tað segði Haldor Gaardbo, tá hann legði fyri í røðu síni á nýggjárshaldinum, sum var á Toftum gamlaárskvøld.
Hann helt fyri, at nógv kundi verið at røtt um eitt sovorðið kvøld, men hann segði seg í røðuni hava valt at røða um samanhald.
- At standa saman um eitt og annað er so ómetaliga stórt - ja, óiva nógv størri, enn hugsað verður um í tí dagliga lívinum. Hyggja vit eftir, hvat fólkið í bygdunum í Nes kommunu hava staðið saman um, havi eg ofta hugsað um, hvat ein uttanfyri standandi heldur, tá tey síggja, hvørji tøk eru tikin her í kommununi - eitt fyri og annað eftir, har bygdafólkið fer til verka og útinnur megnar verk, okkara bygdum og okkara fólki til miklan heiður.
Haldor Gaardbo segði seg ikki minst hugsa um stórverk sum eitt nú Svangaskarð, har vit í dag hava eitt av bestu ítróttaranleggum í landinum.
- B68, sum vit øll eru góð við, hevur nógvar aktivitetir, bæði fyri ung og eldri, gentur og dreingir. Her hava altjóða fótbóltsdystir verið leiktir, og her eru møguleikar til frælsan ítrótt. Á Svangaskarði verða hildnir íttróttardagar og barnadagar, har barnagarðar við hundraðtals børnum úr stórum parti av landinum savnast. Her koma árliga fleiri túsund fólk - úr Føroyum, men eisini úr útlondum.
Hann vísti á, at hópur av sjálvbodnari arbeiðsmegi er løgd í stoltleikan Svangaskarð, sum hevur verið við til at sett Toftir á Føroyakortið - til frama og heiðurs fyri bygdafólkið
- Eisini hava okkara kommunalu myndugleikar sæð Svangaskarð sum eitt áhugavert øki til barnaansing, tá teir fyrst ognaðu sær tað gamla B68 húsið til barnagarð fyri síðan at lata nýggjan barnagarð byggja, sum var tikin alment í nýtslu fyri góðum mánað síðan. Eitt vælaverk, ið bygdin kann vera stolt av og ikki at forgloyma økið har rundan um, sum er ein sonn perla til barnaansing við øllum teimum møguleikum har finnast og tí umhvørvi, sum er har um leiðir. Her hugsi eg serliga um hagan og ta vøkru náttúru oman yvir Toftavatn. Eisini her kunnu vit enn einaferð hugsa um hugtakið at standa saman, tí her hava vit fingið eina gøtu oman til vatnið og sum ætlandi verður víðkað til at røkka runt um alt Toftavatn, har flest av okkum helst hava gingið tann túrin og vita, hvussu avbera vakurt har er
Haldor Gaardbo helt, at hetta er eitt framúr gott hugskot, har Nes kommuna og Runavíkar kommuna standa saman um hetta fyri borgarar eitt satt eldorado av eini náttúruuppliving og ikki minst fyri allar teir útlendingar, ið velja at leggja leiðina hendanvegin um sumrarnar.
- Onnur megnartøk, sum kunnu nevnast at vera tikin í kommununi, eru eitt nú Fríðrikskirkjan, Missiónshúsið Tabor og húsið hjá Brøðrasamkomuni Nebo. Her tóku fólk seg saman og innan nøkur fá ár komu hesir snotuligu bygningar til sín rætt, bygdini til heiðurs og okkum borgarum til stóra gleði, har skipa verður fyri nógvum tiltøkum, bæði fyri ung og gomul, segði Haldor Gaardbo eitt nú í nýggjársrøðu síni á havnalagnum á Toftum.