Hóskvøldið var ríkisfundur í Ilulissat í Grønlandi, har leiðararnir úr Grønlandi, Danmark og Føroyum hittust.
Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, gleðist um samanhaldið í ríkisfelagsskapinum og sigur soleiðis í vikuligu videodagføringini á facebooksíðu síni:
- Í einum heimi, sum er dámdur av óvissu og brexit, er tað fyri meg gleðiligt, at vit eru før fyri at halda fast í danska ríkisfelagsskapin í tøttum samstarvi millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum hvílir á javnvirðing.
##med3##
Síðani kemur Lars Løkke inn á, at hann var serliga fegin fyri, at Grønland í fjør fekk danskan stuðul til stóru flogvallaverkætlanina í Nuuk. Hann tekur saman um fundin í Grønlandi:
- Tað var ein spennandi fundur, sum sjálvandi var dámdur av, at tað skjótt verður val í bæði Føroyum og Danmark. Tí sótu vit tríggir og hugdu uppá hvønn annan og umhugsaðu, um hetta var síðstu ferð, vit allir tríggir vóru saman, sigur hann við einum skálkabrosi.
- Tað fáa vit so at síggja, sigur Lars Løkke Rasmussen.
##med2##
Leikluturin hjá Føroyum umrøddur
Á ríkisfundinum umrøddu Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, leiklutin hjá Føroyum.
Tað er longu greitt, at Føroyar skulu hava ábyrgdina av grønu orkuverkætlanini ” Fra vision til virkelighed - fremtidige energiløsninger for ø-samfund”, ið er ein av trimum hornasteinunum í danska formanskapinum. Landsstýrið miðar eisini eftir at fáa politisku leiðsluna á MR-FJLS økinum, har havið verður í miðdeplinum.