Samanlagt eru 2283 metrar nú sprongdir

Tað gongur spakuliga framá í boringini av undirsjóvartunlinum, ið skal samanbinda høvuðsstaðin og Skálafjørðin. 

 

Í seinastu dagføringina um gongdina hjá tunnilsliðnum boðar p/f Eystur- og Sandoyartunlar frá, at tað í síðstu viku vórðu sprongdir 138 metrar frá báðum síðum. 92 metrar vórðu sprongdir á Hvítanesi og 46 metrar á Strondum. Hetta skriva P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

 

 

Á Hvítanesi eru nú boraðir 1.050 metrar og á Strondum 1.233 metrar. Samanlagt gevur tað 2.283 metrar.