Bygdaráðsformenninir í niðanfyristandandi kommunum hava í kvøld tann 20. januar 1999 viðgjørt kommunubygnaðin nú og í framtíðini. Vit vóru fult samdir um hesa felags niðurstøðu:
1. Vit vilja varðveita okkara núverandi kommunur.
2. Um aðrar kommunur hava hug at leggja saman sjálvbodnar, skal hetta verða teimum loyvt.
3. Skuldi tað hent, at Føroya Løgting ímóti okkara vilja samtykkir at tvinga kommunur saman, góðtaka niðanfyrinevndu kommunur bert eina kommunu fyri alla Eysturoy.
Vit vilja stutt geva hesar grundgevingar:
1. a) Styrkin í lokalsamfelagnum verður best gagnnýtt.
1. b) Veruligt nærdemokrati borgaranna verður best varðveitt.
1. c) Fyrisitingarnar í miðalstóru kommununum koma framyvir eisini at klára tær uppgávur, ið verða lagdar út. Hesa útbygging kunnu vit eins væl átaka okkum í núverandi kommunum, sum at miðsavna hesar.
2. Skal nakað fruktagott spyrjast burturúr hesum, má ta byggja á sjálvbodna samanlegging - smb. arbeiðssetningi løgtingsins.
Virðiliga
Eivind Jacobsen, bygdaráðsform., Sjóvar kommuna
Símun Pauli Berg, bygdaráðsform.,
Skála kommuna
Ólavur Magnussen,
bygdaráðsform.,
Nes Kommuna
Jógvan Gregersen,
bygdaráðsform.,
Gøtu kommuna
Sjúrður Eliasen,
bygdaráðsform.,
Leirvíkar kommuna