Oddagrein
Spurningurin um at leggja allar kommunurnar í Suðuroy saman í eina kommunu er nú aftur komin upp at venda. Ikki so at skilja, at her er talan um ítøkiliga ætlan, men meira um ein spurning til umhugsingar. Beinleiðis orsøkin er, at bygdaráðsformaðurin í Sumbiar kommunu í útvarpssamrøðu sunnudagin mælti ti, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Bygdaráðsformaðurin hevur mælt til, at leggja saman við Tvøroyri sum eina byrjan. Her hava tey kanning, ið vísir, at áhugin fyri at leggja alla oynna saman er stórur. Tað er lítið at ivast í, at fyrimunirnar við samanlegging eru størri enn vansarnir. Hinvegin eigur ein ikki at lata eyguni aftur fyri vansunum. Tað er tó mest, ið talar fyri samanlegging, væl at merkja, um fortreytirnar eru til staðar. Meginfortreytin er, at farið verður alt fyri eitt undir at gera tunnilin millum Hovs og Øravík. Hesin tunnil skuldi langt síðan verið gjørdur. Verður ikki farið undir hesa verkætlanher og nú, kunnu vit gloyma alt um samanlegging av kommunum í Suðuroy!
Tá tunnilini millum Hovs og Øravík er liðugur, verður Suðuroyggin sum ein býur. Tá henda verkætlan er framd, verður torført at finna argument ímóti oynni sum eina kommunu. Tá oyggin er ein kommuna, fer tað at vera nógv høgligari at veita borgarunum tær tænastur, ið ein kommuna eigur at veita. Tá oyggin er vorðin ein kommuna, heldur alt stríð um, hvar tingini skulu vera uppat, og orðaskiftið fer tá at snúgva seg um, hvat ið skal vera. Hvussu fáa vit almenna arbeiðspláss til oynna? Hvussu fáa vit gongd á undirsjóartunnilin umvegis Sandoynna? Hvussu fáa vit vinnulívið at blóma? Hvussu samskipar ein best skúla-, heilsu-, og almennaverk í oynni?
Við samanlegging kann oyggin standa sum ein maður og tala við einari rødd. Hetta er tað einasta mál, sum sentralu myndugleikarnir í høvuðsstaðnum skilja. Fyrr enn suðuroyingar skilja hetta og taka avleiðingarnar av hesum beiska veruleika, kemur eingin vend í skeivu gongdina í oynni. Tað er hesin veruleiki, ið liggur aftanfyri boðskapin hjá bygdaráðsformanninum í landsins sygstu kommunu. Løgið skuldi verið, um ikki dastið av suðuroyingum innast inni eru samdir við honum.