Samanlegging
Í Sundalagnum avgjørdu fleiri kommunur at leggja saman, og í Eysturoy hava ikki færri enn tríggjar kommunur avgjørt at leggja saman við Runavíkar kommunu.
Í Nólsoy hava tey eisini samtykt at leggja saman við Tórshavnar kommunu, eins og Bøur og Gásadalur hava samtykt at leggja saman við Sørvágs kommunu.
Kommunuslit
Felags fyri flestu fólkaatkvøðurnar, sum verið hava, er, at ein meiriluti av borgarunum hava tikið undir við samanlegging. Í Hósvík skuldu tó tvær fólkaatkvøður til, áðrenn ein meiriluti av fólkinum tók undir við at fara upp í Sunda kommunu.
Men fara vit nakað nógv ár aftur í tíðina, slitnaði millum kommunur ? ja, enntá millum rímiliga stórar kommunur, og hetta gekk sanniliga ikki so friðarliga fyri seg.
Vit skulu ikki ríva uppaftur í tí, sum tá fór fram, men minna á, at fyri 37 árum síðan slitnaði millum Runavíkina og Toftir/Nes, og fyri stívliga fimti árum síðan slitnaði eisini millum Skála og Strendur.
Aldurnar gingu rættiliga høgar, bæði eystarumegin og vestarumegin á Skálafjørðinum, tá ið hesi slit fóru fram.
Slitið millum Runavíkina og Toftir/Nes hevur mangan verið drigið fram, tí rættilig orrusta var um hetta mundið.
Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður í Sjóvar kommunu, sigur, at sambært gerðarbókunum var eisini rættilig togan í bygdaráðnum har yviri, tá ið kommunurnar slitnaðu sundur.
- Men eg haldi ikki, at orrustan millum fólkið var so stór hesumegin fjørðin sum hinumegin. Hinvegin gekk tað rættiliga lívliga fyri seg millum bygdaráðslimirnar hesumegin fjørðin, sigur hann og vísir til gerðarbókina.
Undrunarvert
Tað er kanska undrunarvert, at hesar fólkaatkvøður hava gingið so stillisliga fyri seg, sum talan er um, tí hóast bygdirnar og bygdanøvnini vera verandi tey somu, verða kommurnar avtiknar.
- Oyndarfjørður verður altíð Oyndarfjørður, segði Árni Joensen, bygdarráðsformaður í Oyndarfirði undan fólkaatkvøðuni har norðuri.
Og rætt er tað. Somu orðini endurtók bygdarráðsformaðurin í Nólsoy, Jógvan Thomsen, tá ið ein stórur meiriluti av nólsoyingum avgjørdu at leggja saman við Tórshavnar kommunu.
Spurningurin er so, hvussu friðarligar samanleggingarnar verða, um spádómurin hjá Eivindi Jacobsen, bygdaráðsformanni í Sjóvar kommunu, gongur út.
Hann væntar nevniliga, at landsstýrið við lóg fer at leggja kommunurnar við Skálafjørðin saman, innan fýra ár eru umliðin.
- Og kanska verður tá øll Eysturoyggin ein kommuna, sigur Eivind Jacobsen.