Samanleggingin útsett

Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna leggja saman í fyrsta lagi um fýra ár

Klaksvíkar býráð samtykti í gjárkvøldið ikki at játta umsóknini frá Húsa kommunu um samanlegging 1. januar 2013. Býráðið skal arbeiða víðari við málinum við samanlegging 1. januar 2017 fyri eyga.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri er vónsvikin um, at býráðið ikki vildi játta umsóknini. Málið snúð seg um umsóknina og bara tað, sigur hon.
Umsóknin varð havnað á tann hátt, at Steinbjørn O. Jacobsen legði eitt broytingaruppskot fram.
Tá ið Steinbjørn O. Jacobsen var borgarstjóri, var hann talsmaður fyri at leggja allar Norðoyggjar saman í eina kommunu. Nú tók hann stig til at útseta eina komunusamanlegging.