Samanspælið vann

Við trimum málum ímóti ongum vann B36 í gjár steypafinaluna hjá unglingum. Serliga stuttu avleveringarnar voldu EB/Streymi trupulleikar

Eftir sjey ymiskar dystir í kvalifikatiónini var í gjár klárt at spæla finaluna um Thomas Dam Intersport steypið. Hetta er steypið, sum unglingar kunnu vinna.

Tað vóru EB/Streymur, sum hevur koppað B68 og NSÍ á veg í finaluna, og B36, sum hevur vunnið á KÍ, AB og HB fyri at røkka finaluna, sum hittust á Svangaskarði klokkan 19.30 í gjár.

Eitt fitt lot var eftir vøllinum, ikki so nógv, at tað órógvaði spælið, men ikki so lítið, at tað ikki gav fyrimun hjá liðnum undan vindinum.

Tá byrjað varð, spældi EB/Streymur niðan ímóti grasvøllinum, og tí hevði B36 undanvind.

B36 hevði eisini bóltin munandi meiri, Róaldur Jacobsen og Cristian í Garði høvdu gott tamarhald á miðjuni fyri B36og EB/Streymur rann mesta aftaná, meðan teir dúvaðu uppá at fáa nøkur skjótálop, tá teir vunnu bóltin.


B36 framum

Tá næstan 20 minuttir vóru spældir av dystinum kom B36 framum. Hetta var væntandi, tí liðið úr Havn var alla tíðina fótin frammanfyri hesa fyrstu løtuna.

Uni Holm Johannesen fekk bóltin í høgru síðu, áðrenn hann legði bóltin innfyri. Innleggið hevði rætta hædd, men var dekan ov nær málinum. Tó so. Jákup Andreas Hansen fekk ikki bóltin, og tá Brynleif Hansen við aftaru stong stóð og svav, so var laga manni hjá høga Sjúrði Thomassen at nikka bóltin inn í málið.

Beint eftir hetta fekk Jens Michael Jensen ein stóran møguleika fyri EB/Streym, tá Terje Rasmussen var komin skeivt úr málinum og EB/Streyms vongurin royndi at fáa bóltin upp um hann. Millum onnur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, helt, at málmaðurin hjá B36 hevði hendurnar á bóltinum uttanfyri brotsteigin, og tá gjørdi vart við hetta fleiri ferðir, varð hann vístur av vøllinum.


10 móti 10

Við regluni at gult kort merkir útvísing í 10 minuttir í unglingum, hendi tað tá einir 10 minuttir vóru eftir, at Brandur Nolsøe hjá B36 varð vístur av vølli í 10 minuttir. Nú fótaði EB/Streymur sær og fekk lagt trýst á B36, men hetta vardi bara stutta tíð, tí beint eftir varð Brynleif Hansen hjá EB/Streymi eisini vístur av vølli í 10 minuttir.

Seinasta møguleikan í fyrra hálvleiki átti B36, tá Sjúrður Thomassen gjørdist púra leysur, tí Andru Poulsen ikki rakti ein rímiliga lættan bólt.


EB/Streymur møguleikan

Í seinna hálvleiki leikaði leingi rættiliga javnt á. EB/Streymur hevði nú undanvind, og hevði størri hepni við beinleiðis spælinum, tí B36 sýntist eitt sindur ørkymlað av støðuni.

Hetta hevði við sær, at Andru Poulsen tvær ferðir var nær við at nikka høgar bóltar inn í málið. Í hesi tíðini hevði B36 eisini ein risamøguleika, tá Høgni Eysturoy megnaði at skalla upp um tómt mál úr seks metrum, tá hann varð púra leysur eftir fríspark úr høgru síðu.

Nú vóru einir 10 minuttir eftir av dystinum og Olgar Danielsen, venjari hjá EB/Streymi, valdi at satsa við at taka ein verjuleikara út, so liðið nú spældi við trimum í verjuni.

Beinanvegin var hetta um at geva úrslit, tí Hans José Poulsen, sum helst var fysiskt besti leikarin á vøllinum, var komin inn og smekkaði ein bólt við útsíðuni av høgra beini á stongina. Men nærri kom EB/Streymur ikki einum máli.


Staðfestu sigurin

Nú var tunt í verjupartinum hjá EB/Streymi, og hetta gjørdi B36 sær dælt av. Fyrst kiksaði Brynleif Hansen eitt innlegg, tá hann royndi at skalla ein lágan bólt, og so fylgdi Høgni Eysturoy upp, og skoraði.

Tá vanliga leiktíðin var farin staðfesti Benjamin Petersen sigurin, og so kundi staðfestast, at B36 fær Thomas Dam Intersport steypið fyri aðru ferð á rað.