Samarittarnir mugu altíð verða klárir at tørna til á G

(G Festivalurin - ljóðsamrøða frá Rás2) Reportararnir hjá Rás2 fingu orðið á Steinbjørn V. Olsen frá Reyða Krossi

Samarittarnir gera sítt til, at fólk kunnu trygt fara á G, og til aðrar festivalur og stevnur.

 

Ein, sum hevur drúgvar royndir, sum samarittur er Steinbjørn V. Olsen av Argjum, sum aftur er klárur at taka eitt tørn á G-festivalinum. Minni er at gera, tá veðrið er vánaligt, og færri fólk eru úti til konsertirnar, men tað fyrst veðrið er gott, og nógv fólk eru til konsertirnar, so verður beinavegin meira at gera hjá samarittunum hjá Reyða Krossi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportararnir hjá Rás2, Sasho Bjartsson og Rólant V. Samuelsen gjørdu við Steinbjørn V. Olsen frá Reyða Krossi, sum staðfestir, at ein samarittari má altíð verða klárur at bróta vakt, um nógv er at gera.