Sambýlið letur upp

Sambýlið í Sandaváig, sum ætlað er sinnisveikum at búgva í, letur nú upp. Starvsfólkini møttu fyrstu ferð til arbeiðis hósdagin, og um einar fjúrtan dagar ella so, fara búfólkini at flyta inn

Sambýlið í Sandavági letur nú endiliga upp. Liðið er umleið hálvtannað ár, síðan eini sethús vóðru keypt til at hýsa sinnisveikum, men ikki fyrr enn nú verður gjørt klárt at flyta inn.
Tey stákast í húsunum Undir Fobbakleti í Sandavági, har níggju starvsfólk í skiftisvaktum skulu vera um tey fimm búfólkini, sum fara at búgva fast í nýggja sambýlinum.
Eftir at hesi sethús í Sandavági fyri umleið hálvumøðrum ári síðan vórðu keypt til at hýsa fólki við sinnisbreki, kom politikkur í málið soleiðis, at tveir landsstýrismenn við ávikavist almannamálum og heilsumálum ikki kundu smjast um, hvør skuldi varða av hesum einstaka málinum. Annar segði seg eiga húsið, og hin fólkini, sum skuldu búgva í húsinum. Hvussu varð og ikki, hendi so ikki meira enn tað, at eitt hús, sum skuldi brúkast til gott endamál, stóð og gapaði tómt í áravís.
Síðan er so leiðari settur fyri sambýlinum, og seinni eisini starvsfólk, og gjørt er av, at trý búfólk flyta inn umleið hálvan juli. Hesi eru fólk, sum flyta av stovni, har tey ikki hava fyri neyðini at búgva, men kortini eru soleiðis fyri, at tey hava tørv á, at onkur er um tey dagliga.
Signa Andreasen úr Vestmanna er sett sum leiðari í nýggja smabýlinum. Av hinum átta starvsfólkunum eru tey flestu úr Vágum, men onkur er úr Havn og onkur úr Vestmanna, sigur hon. Talan er um fólk, sum hava útbúgving og royndir á økinum, sigur leiðarin.
Hon sigur, at hesar fyrstu dagarnar fara starvsfólkini at nýta til fyirreiking. Slíkt sum at gera húsini klár at flyta inn í, læra hvønn annan at kenna og eisini til ymiskt skeiðvirksemi í samband við arbeiðið.
Tey fara at arbeiða í skiftum, sigur Signa Andreasen. Um dagin vera trý starvsfólk til arbeiðis. Tvey verða tey um kvøldið, og ein á náttarvakt.
Búfólkini skulu eisini hava okkurt at gera um dagarnar, sigur hon. Og farið verður nú at finna fram til, hvat tað skal vera. Ymisk ítrivstilboð eru í Vágum, og væl ber eisini til at fara aðrastaðni eisini, um so skuldi verið.
Fyri stuttum lat upp eitt nýtt verkhús í Sørvági, har møguliga onkur teirra, sum fer at flyta inn Undir Fobbakletti, kann fara til arbeiðis. Talan skal helst vera um onkrar fysiskar aktivitetir, sigur leiðarin, men einki er avgjørt enn.
Vanligt er, at slík sambýli fáa egið navn, og tað fer hetta eisini, sigur Signa Andreasen. Men enn er einki avgjørt her heldur. Bara at tosa um Sambýlið í Sandavági, heldur hon vera í so keðiligt, og vildi helst sloppið at givið húsinum eitthvørt lokalt navn, sigur hon.