Sambýli til sálarsjúk gerast í Suðuroynni

Sinnisbati fer at mæla til, at eitt sambýli til sálarsjúk verður gjørt í Suðuroynni beinanvegin. Peningur er tøkur til endamálið

Sálarsjúk

Stendur tað til sinnisbata, verður sambýli til sálarsjúk gjørd í Suðuroy.
Tað er eitt úrslit av fundinum, sum felagið hjá teimum sálarsjúku hevði í Suðuroy mikukvøldið.
Mikukvøldið helt Sinnisbati almennan fund á Hotel Øravík, har greitt varð frá virkseminum hjá felagnum og har greitt varð frá ætlanunum hjá landsstýrinum at at skipa økissálarfrøði og sosialsálarfrøði.
Endamálið við er at tað skal bera til hjá sálarsjúkum at fáa ambulanta viðgerð í nærumhvørvinum heldur enn at noyðast til Havnar hvørja ferð.
Tað verður hildið, at hetta er nógv betri fyri sjúklingarnar og teirra avvarðandi.
Men tað er eisini ein stórur trupulleiki, at 40- 50 seingjarpláss av teimum 70, sum eru á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, verða nýtt til sjúklingar, sum ikki hava tørv á at verða innlagdir.

Flyta inn næsta ár
Í hesum sambandi er eisini ætlanin at byggja sambýli til sálarsjúk og á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir settar av til endamálið.
Á fundinum í Øravík mikukvøldið varð víst á, at Suðuroyggin er tað økið í landinum, har tað er longst til Havnar, serliga nú tað eisini verður fast samband um Lorvíksfjørð um tvey ár, eins og tað longu er fast samband vestur í Vágar.
Sostatt varð skotið upp á fundinum, at tær báðar milliónirnar, sum eru til taks á fíggjarlógini fyri í ár til sambýli til sálarsjúk, verða brúktar í Suðuroy.
Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata ásannar, at Suðuroyggin er í eini serligari støðu, hvat ferðasambandi viðvíkur og hon tekur undir við, at sambýli til sálarsjúk verður bygt í Suðuroynni.
Sostatt sigur hon, at Sinnisbati fer at virka fyri, at tær báðar milliónirnar verða brúktar til eitt sambýli í Suðuroynni.
Í hesum sambandi verður hugsað um eitt sambýli til lættari sjúklingar, sum ikki hava fyri neyðini at vera innlagdir á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Nú er lítið eftir av árinum, men Landsstýrið ætlar framvegis, at tær báðar milliónirnar skulu brúkast í ár. Sostatt ætlar Landsstýrið at tað skal vera klárt at flyta inn í sambýlið fyrst í komandi ári.
Enn er støða ikki tikin til sambýli, men Soffi Egholm metir, at talan verður um eitt sambýli til eini átta fólk.
Til teir tyngru brúkararnar, ið hava stóra hjálp fyri neyðini fyri at klára seg í gerandisdegnum, er ætlanin at byggja størri sambýli til fleiri brúkarar, ið er betri egnað til endamálið og bíligari í rakstri smærri sambýli til tyngri brúkarar.
Ætlanin er at fara undir tílíka verkætlan í 2005.
Tað er avgjørt, at Sinnisbati skal fáa sæti í bygginevndini og har fer felagið sostatt at mæla til, at fyrsta stigið á hesum øki verður tikið í Suðuroynni.

Fingu lokalnevnd
Annars er forkvinnan í Sinnisbata seta væl nøgd við fundin í Øravík.
Eini 30 fólk vóru møtt upp og tað er meiri enn Sinnisbati hevði væntað.
Men hesin fundurin varð enn eitt dømi um, hvussu langt tað í veruleikanum er úr høvuðsstaðnum til Suðuroyar.
Fyrst var ætlanin at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður skuldi koma suður at greiða frá ætlanum landsstýrisins á økinum, men hann gav rættiliga skjótt avboð, tí hann var bundin av øðrum. Sìðani skuldi annað umboð fyri Almanna- og Heilsumálaráðið koma suður ístaðin, men eisini tað umboðið gav avboð.
Men Almanna- og Heilsumálaráðið sendi Sinnisbata ein fyrilestur um ætlanina hjá landsstýrinum um økisspykiatri og sosialpsykiatri og so mátti formaðurin í Sinnisbata lesa tað upp!.
Tað vóru annars mong, sum saknaði politikarar á fundinum. Landsolitikari var ongin at síggja og vit halda ikki at vit gera nøkrum órætt tá ið vit siga, at bara ein einasti kommunalpolitikari í allari Suðuroy var við á fundinum. Tað var Katrin??? bygdaráðslimur í Hvalba
Á fundinum segði Ólavur Rasmussen nøkur væluppløgd orð um, hvat tað er at vera manniskja.
Og eitt endamál við fundinum var eisini at velja eina lokalnevnd undir Sinnisbata fyri Suðuroy og tað gekk væl at manna nevndina.
Seinni er ætlanin eisini at gera lokalnevndir aðrastaðni í landinum.




Her er er nýggja lokalnevndin hjá Sinnisbata í Suðuroy. Frá vinstru eru tey Heidi Eyð Strøm á Tvøroyri, nevndarlimur, Birita Olsen í Hvalba, nevndarlimur, Peina Poulsen í Trongisvági, nevndarlimur, Jan Poulsen í Hvalba, tiltakslimur, Marit Poulsdóttir á Tvøroyri, nevndarlimur, Malan Klakkstein Vilhelm í Vági, tiltakslimur, Gudrun Olsen úr Hvalba, nevndarlimur og Óluva Poulsen í Hvalba, tiltakslimur