Sambandi, Fólkaflokkur og Miðflokkur eru sambandsflokkar

Tað vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi

Tað vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi

 

Gallup hevur fyri Magna Arge, fólkatingsmann, spurt veljarar í Føroyum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri teir, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan. Veljarar skulu svara á einum stiga frá 1-5, , har 1 merkir, at tað hevur ongan týdning, og har 5 merkir, at tað hevur sera stóran týdning.

 

Sum vera man hevur hetta ikki so stóran áhuga hjá Sambansveljarum, sum geva svarið 2,3 – altso undir miðal, sum er 3.

 

Men tað sum er meira áhugavert er, at veljarar hjá Fólkaflokkinum leggja næstan líka lítið í eina stjórnarskipan, sum sambansveljarar, og tað sama hjá Miðflokkinum. Har eru svarini ávikavist 2,5 og 2,7.

 

Hjá veljarum hjá øllum hinum flokkunum er talið yvir miðal. Størst hjá tjóðveldisveljarum, sum geva svarið 4,5. Fyri næstan allar tjóðveldisveljarar hevur tað »stóran týdning«, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan.

 

Næststørsta undirtøkan er millum veljarar hjá Sjálvstýrinum. Har er talið 4,3. Hjá Framsókn 4,2 og hjá javnaðarveljarum 3,5.

 

So um kanningin hjá Gallup er eftirfarandi, so eru veljararnir hjá samgonguflokkunum og Sjálvstýrinum meira »sjálvstýrissinnaðir«, meðan veljarar hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum eru meira »sambandssinnaðir«.

 

Hetta samsvarar eisini væl við viljan hjá flokkunum at fremja ta stjórnarskipan, sum nú liggur í uppskoti á tingi. Løgmaður segði í ólavsøkurøðuni, at hann fer í næstum at tosa við floksformenninir í andstøðuflokkum um málið. Um teir ikki hava áhuga í at fremja málið, so verður tað ikki lagt fram aftur.

 

Einki bendir á, at vilji er hjá andstøðuflokkunum at hjálpa løgmanni at bera málið ígjøgnum tingið, og tí er stjórnarskipanaruppskotið helst endaliga farið í søguna.