Sambandið sigur ja

Landsnevndin hjá Sambandsflokkinum hevur á fundi seinnapartin í dag góðkent samgonguskjalið, sum formenninir í teimum fýra flokkunum eru vorðnir samdir um.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at landsnevndin hevði eina góða umrøðu av samgonguskjalinum, og nógvir góðir spurningar vórðu umrøddir.

Løgmaður váttaði tíðliga í kvøld, at landsnevndin hevur góðkent samgonguskjalið, soleiðis sum tað fyriliggur.

- Landsnevndin kundi hugsað sær okkurt broytt í mun til okkurt annað, men semja er um, at tað er eitt gott arbeiði, sum higartil er gjørt, sigur Kaj Leo Johannesen.

Tá tíðindini vóru í útvarpinum klokkan 18 í kvøld, høvdu hinir flokkarnir, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin, ikki meldað út, um baklandið hjá hesum flokkum kann góðtaka tað skjal, sum fyriliggur ella ikki.

Men ætlanin hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni og samráðingarleiðara er, at svarið skulu fyriliggja í kvøld.

Sum skilst, var Fólkaflokkurin hin seinasti at fara á fund at taka støðu til samgonguskjalið, men Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu tá fundast síðan fyrr upp á dagin.

- Samgonguskjalið leggur upp til, at samráðst verður við ríkismyndugleikarnar um at dagføra ríkisveitingina, og ætlanin er eisini, at høvuðsvinnan skal gjalda tilfeingingsskatt av avlopi í rakstrinum. Avgjald verður eisini lagt á fiskalandingar uttanlands.

Kaj Leo Holm Johannesen segði seg við útvarpið hava vónir um, at tiltøkini, sum samgonguflokkarnir ætla at seta í verk, fara hava við sær, at hallið á figgjarlógini verður burtur kanska longu í 2014.

- Tá samgonguskjalið er avgreitt, verður farið undir seinna hálvleik, sum er málsøkjabýtið og nevndarbýtið, segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, við útvarpið fyrr í kvøld.