Sambandsflokkarnir gera eftir donskum harraboðum

Undirbrotligir eru føroysku flokkarnir á danatingi.

 

Í gjár valdi danska fólkatingið formann. Søren Gade úr flokkinum Venstre.

 

Maðurin var fyri nøkrum árum síðani verjumálaráðharri, men mátti leggja frá sær eftir gøluna, sum tók seg upp, tá ið prógvað varð, at danskir hermenn høvdu pínt irakiskar fangar í fongslum í Irak. Hetta var, tá ið danir so halahoyknir  fylgdu blóðslóðini hjá USA og tess sameindu í eini innrás, sum seinni vísti seg at byggja á lygnir oman á lygnir.

 

Søren Gade royndi at dylja mannarættindamisbrotini. Hann royndi eisini at steðga eini bókarútgávu, har ið hóvverkini vórðu avdúkað.

 

Nú stjórnar hann danska fólkatinginum.

 

Sambandsflokkurin á fólkatingi valdi hann.

 

Javnaðarflokkurin á fólkatingi valdi hann.

 

Anna ger tað, sum Ellemann sigur, og Sjúrður  darlar aftur úr Mettu.

 

So roynast sambandsfólk.