Um eina løtu fara ting- og landsstýrismanning Sambandsfloksins á fund á Gamla Apoteki at viðgera støðuna, sum flokkurin er komin í, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen hevur gjørt av ikki at siga Jørgen Niclasen úr starvi sum landsstýrismann, hóast ein samd tingmanning heitti á hann um at gera tað.
Sambært spurnarumfari, sum in.fo gjørdi týskvøldið, so taka lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum ikki undir við løgmanni. Ein breiður meiriluti av teimum heldur, at løgmaður eigur at siga Jørgen Niclasen úr starvi.
In.fo hevur í fleiri dagar roynt at fingið fatur á Alfred Olsen, sum er formaður Sambandsfloksins á tingi, men hann vil eftir øllum at døma einki siga, tí hann tekur ikki telefonina og svarar ikki sms-boðum.
Hinvegin eru Bárður Nielsen, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen púra greiðir. Teir vilja hava løgmann at siga Jørgen Niclasen úr starvi.
Tað ljóðar eisini, at ónøgdin í Sambandsflokkinum mótvegis Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni er vaksandi – og sambært útvarpinum vilja tingfólk floksins hava stríðið um formann loyst áðrenn eitt komandi løgtingsval.