Jan Haldansen, Formaður S.Sambandsfelag.
Nú eru nakrir dagar farnir síðani formannsvali var, eg persónliga vil hervið leggja lok á málið.
Tað standa tó nakrir spurningar ósvaraðir og sum nok heldur aldrin verða svaraðir. Eina umbering skal eg tó bera Jaspuri Vang, hann veit nokk sjálvur hvat hon inniber. Man eigur aldrin at verða so sjálv glaður, at man ikki kann biðja um umberðing.
Tað hevur verði nógv sagt og skriva, um undirskriftir sum Suðuroyar Sambandsfelag skal hava haft umhendi, tað er satt, men eftir eg havi skriva hesu grein verða tær burturbeindar, so tey sum stulaðu, ikki skullu verða hongd út fyri hetta seinni.
Sambandsflokkurin fyllir 100 ár í ár, men hvat fyri leiklut flokkurin kemur at hava í framtíðini, dugi eg ikki at siga. Tað einasta eg veit er, at eitt stórt arbeiði skal gerðast fyri at bøta um skaðan sum er gjørdur tey seinastu 2 árini.
Mínir dagar eru nokk taldir sum formaður í Suðuryoar Sambandsfelag, tó skal tað viðmerkjast, at áheitanir eru komnar um at halda áframm. Fólk halda tað verða gott við fólki sum hava eina meining. Vit fáa at síggja hvat hendir, tað eru mangir leikir í longum talvi.
Formaðurin í Suðuroyar Sambandsfelag skal ikki liggja í buktini fyri menningini av sambandsflokkinum í suðuroynni. Tað eru nokk nógv fólk sum vóna at eg leggji frá mær, bæði norðanfjørs og í suðuroynni, men er tað rætt av mær at leggja áranar inn so tíðliga. Skullu tit/eg gloyma og halda áframm við sambandshjarta. Hetta er ein spurningur sum eg fari at umhugsa.
Eg vóni at vit tóku feil viðvíkandi Kaj Leo Johannesen. Er tað so, at Kaj Leo er maðurin sum skal bera flokkin framm, so ynski eg hon góða ednu og veiti stuðul.
Er suðuroyggin nøgd við tað sum er fari av valskeiðinum, hava vit fingið nóg stóran bita av køkuni, ella skullu vit bara gleðast um tað sum hendur norðanfjørs. Ella skullu vit gleðast um politikkurin sum eina heild.
Eitt skal tó sigast aftrat og tað er, um eg haldi framm so skal okkurt meira nágreiniligt henda.Her eru fólk í oynni og kring landi sum royna ymiskar møguleikar, men tað steðgar upp, tá umsøkninar fara inn um almennan durakarm.
Eitt sum sambandsflokkurin eigur at gerða ella má gerða, er at koma við eini umberðing til uttanflokka tingmannin. Tað kann ikki verða rætt, bara lata sum um einki er hent viðvíkandi landstyrisessinum hjá honum. Tí, skullu vit øll klandrast víðari, so verður tað bara onkur annar sum stendur sum svarti Per næstuferð.