Kaj Leo Johannesen hevur ikki undirtøku í Sambandsflokkinum fyri dreyminum at skipa Føroyar í ein ríkjafelagsskap.
Bárður Nielsen, tingmaður, Johan Dahl, næstformaður, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður, finnast hvassliga at útsøgnunum hjá Kaj Leo Johannesen í ólavsøkurøðuni.
Á vandakós
Tað kom óvart á tey flestu, tá formaðurin í Sambandsflokkinum boðaði frá, at ríkisfelagsskapurin skal umskipast til ein ríkjafelagsskap, har Føroyar verða sjálvstøðugt land. Eisini varð tað óvæntað, at fleiri yvirtøkur skulu fremjast næstu árini.
Tað sigur Bárður Nielsen. Hann tekur frástøðu frá dreyminum hjá løgmanni á ólavsøku. At loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum er ikki í tráð við tað, sum Sambandsflokkurin eigur at standa fyri, sigur hann.
- Eg veit einki um, at ríkisveitingin fellur burtur um 10 ár, og um eina komandi fólkaatkvøðu. Kaj Leo tók meg til síðis klokkan 12.51 ólavsøkudag og vísti mær á hasar reglurnar í løgmansrøðuni. Eg veit ikki meira enn tað. Tað er rætt, tá hann sigur, at kjarnan í sambandspolitikki er at rinda rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum. Eg veit tó als einki um, at hetta verður framt næstu 10 árini, sigur Bárður Nielsen.
Tingmaðurin vísir á, at tað er altíð gott at verða semjusøkjandi, men tað skal ikki ganga ímóti grundsjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum. Føroyar hava framman undan nóg mikið av loysingarflokkum, og tørvur er ikki á einum loysingarflokki afturat. Tvørturímóti er ongantíð meira brúk fyri einum røttum Sambandsflokki enn nú.
- Flokkurin eigur av røttum at kjakast um slíkar fráboðarnir. Hatta er ikki nakað, ein sambandsløgmaður kann varpa út uttan eina viðgerð. Tað er altíð neyðugt at gera tillagingar og hugsað av nýggjum, men vit eiga at útbyggja verandi ríkisfelagsskap og brúka verandi møguleikar heldur enn at renna eftir loysingarflokkunum, sigur Bárður Nielsen, sum enn sigur seg stuðla Kaj Leo Johannesen sum formann í Sambandsflokkinum.
Bárður Nielsen leggur dent á, at fráboðanirnar um ríkisrættarligu støðuna og yvirtøkurnar eru ongantíð viðgjørdar í Sambandsflokkinum og kunnu ikki fatast sum politikkur floksins.
Johan tekur undir
Sama dag, tann 30. juli, sendi Johan Dahl, næstformaður, út tíðindaskriv, har hann boðaði frá, at Sambandsflokkurin verður ongantíð loysingarflokkur.
Hann varð spurdur fleiri ferðir eftir ólavsøkurøðuna, um Sambandsflokkurin nú vil hava fullveldi. Eg skilji fullvæl, at sambandsfólk kring landið eru ørkymlað og vónbrótin, eg siti sjálvur við júst hesi kenslu, skrivaði Johan Dahl.
- Hetta er ein álvarslig støða, sum er íkomin í Sambandsflokkinum, bæði politiskt og skipanarliga. Nei, okkara politikkur er at vísa í verki, hvussu væl skipanin í Ríkisfelagsskapinum virkar og menna hesa skipan til gagns fyri borgarar og vinnulív okkara, skrivaði Johan Dahl.
Hann skoytti uppí, at populisma og dreymakendar útsagnir eru ikki vørumerki hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin hevur altíð verið álitið og bolverikð ímóti loysingarkreftunum í Føroyum.
- Okkara góða samstarv í felagsskapinum er ein stór orsøk til, at vit í dag hava eitt væl útbygt og framkomið samfelag, skrivaði Johan Dahl, næstformaður.
Kaj Leo má frá
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, heldur ikki, at Kaj Leo Johannesen kann halda fram sum formaður í Sambandsflokkinum eftir fráboðanina á ólavsøku. Tað segði hann við Portalin fríggjadagin tann 3. august.
Tað er alla æru vert, at Kaj Leo Johannesen umsíðir kemur út úr skápinum og viðurkennir, at hann er loysingarmaður og ikki sambandsfmaður. Hann noyðist kortini at taka avleiðingarnar og fara frá sum formaður, heldur hann.
- Tað er eingin munur á hansara politikki og politikkinum hjá Fólkaflokkinum. Tað sigur seg sjálvt, at sambandsfólk fáa ikki livað við, at brotið verður við politiska grundstøði floksins. Sambandsflokkurin eigur heldur ikki at kunna livað við, at tey mongu verða svikin, ið settu sítt álit á, at okkara flokkur er garantur fyri stabiliteti og trivnaði innan fyri tryggu garðarnar í ríkisfelagsskapinum. Sambnadsflokkurin má sjálvsagt hava eitt sambandsfólk til formann, heldur Edmund Joensen.
Hann mælir til, at sambandsfólk sláa manngarð um ríkisfelagsskapin og viðurkennir samstundis, at henda fráboðanin hjá formanninum elvir til spjaðing í Sambandsflokkinum og millum sambandsfólk.
- Tíverri vilja summi ókritiskt fylgja dreymaleiðini, og onkur trýr enntá uppá, at ríkisfelagsskapurin ongan veg fer kortini. Hinvegin eru tíbetur mong, ið halda fast um góðu sambandsvirðini og kósina, har ið ríkisfelagsskapurin og tætta samstarvið í ríkinum borga fyri stabiliteti, vælferð, trivnaði og framburði. Lat okkum sláa manngarð um Ríkisfelagsskapin og sannan sambandspolitikk, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.