V. ø. o. hevur Sambandsflokkurin gjørt eitt skarvslop. Frá at hava tvíhildið um heimastýrislógina er flokkurin nú sinnaður at gera eina nýggja lóg, sum hevur ein lista við málum, sum skulu kunna yvirtakast. Tað sama sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til. Harafturat skal skrásetast í grundlógini, at tað vald, føroyingar hava tikið yvir, kann ikki takast aftur. Eisini tankar, Javnaðarflokkurin hevur nevnt. Tað sama ger seg galdandi øðrum økjum, so munurin tykist ikki so stórur.
Tað kann ikki sigast annað, enn at Sambandsflokkurin av álvara hevur stungið í egnan barm: - álvaratos, er tað ikki nakað um tað, at tað eru alt ov nógvir ógreiðir spurningar í viðurskkiftunum millum Danmark og Føroyar, og eiga føroyingar ikki at taka størri ábyrgd á seg. Men flokkurin eigur eisini at spyrja seg sjálvan, um hann ikki átti at havt umhugsað sína støðu fyrr. Hevði hann gjørt tað, høvdu vit ikki fingið ta øsing, sum vit fingu undan síðsta vali, og sum endaði í fullveldislandsstýrinum.
Einaferð enn skal minnast á, at formaðurin í Sambandsflokkinum hevur høvuðsá-byrgdina av tí støðu, vit eru í. Sum Óli Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, so greitt skar út í papp, tá landsstýrisskeiðið hjá Edmundi og Óla fór í søguna. Hevði Sambandsflokkurin ikki lagt veto ímóti uppskoti Javnaðarfloksins um at seta eina stjórnmálanevnd at viðgera øll viðurskifti í spurninginum millum Danmark og Føroyar og koma við tilmæli um eina nýggja skipan, høvdu vit sloppið undan tí polarisering, sum tók seg upp.
Sambandsflokkurin segði kortanei. Hann segði seg ikki duga at síggja nakran skeivleika við heimastýrislógini. Bjørn á Heygum fór so vítt sum at spyrja, at kundi nakar vísa á veikleikar í heimastýrislógini, so skuldi flokkurin viðgera teir. Seinri hevur hann funnist at Edmundi Joensen og sagt, at hevði hann gingið við til at endurskoða heimastýrislógina, hevði nógv verið øðrvísi - bæði í Sambandsflokkinum og landinum!!!
Ja, tað kostar at vera treiskur í politikki, man onkur helst ásanna í dag?