Sambandsflokkurin landsfund í Øravík

Fyri fyrstu ferð bjóðar ein føroyskur flokkur fjølmiðlunum við landsfund

Eirikur Lindenskov


Hetta vikuskiftið hevur Sambandsflokkurin landsfund í Øravík. Sum nakað nýtt í føroyskum politikk hevur Sambandsflokkurin bjóðað fjølmiðlunum at vera við til landsfundin.

Hetta hevur eingin føroyskur politiskur flokkur gjørt áður, hóast eitt nú Javnaðarflokkurin onkuntíð hava boðið fjølmiðlunum við til partar av landsfundinum.

Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum byrjar í annaðkvøld klokkan 2030 - tá Smyril er komin suður. Fundurin heldur fram leygarmorgunin klokkan 10, tá gestarøðarin, Anne E. Jensen, ES-tinglimur úr danska Vinstraflokkinum, flytir fram røðu.

Fundurin endar við veitslu um kvøldið.