Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin garantar fyri núverandi skipan

Ein atkvøða til Sambandsflokkin ella Tjóðveldisflokkin er ein atkvøða fyri status quo í spurninginum um Føroya støðu í ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin vil varðveita tað verandi, um hann gerst nóg sterkur, og Tjóðveldisflokkurin klárar ikki at samla fólkið aftanfyri sínari víðgongdu og ópragmatiskari fullveldisætlan - ikki eingongd samgongan stendir aftanfyri hesa ætlan.

 

Tað vil vera sera mannminkandi fyri Føroyingar, um tað eydnast Tjóðveldisleiðsluni at úflyta klandur til Danmarkar. Tað er uppá tíðina, at Tjóðveldisleiðslan gerst meira semjusøkjandi og tekur undir við einari millumloysn. Valið til hettar fólkatingsvalið er ikki eitt val millum fullveldi og svartasta samband - henda uppfatanin tryggjar bert støðuna sum er, og týdningarmikið er, at tann millumvegur, ið klárar at samla ein breiðan meiriluta av Føroya fólki verður royndur. Seinastu 3 árini vísa, at annað skinn má takast um bak.

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp eina loysn, ið liggur innanfyri ríkisfelagsskapin, men gevur okum møguleikan at víðka um Føroyskt sjálvstýri við tí ferð, vit ynskja.

Javnaðarflokkurin hevur stak góðar royndir frá samstarvi við Tjóðveldisflokkin, og tað skal vera mín vón, at tær pragmatisku kreftirnar í Tjóðveldisflokkinum aftur fáa fótin fyri seg. Betongformalistarnir, ið nú ráða hesum flokki koma bert at tryggja status quo í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Føroyar eru ein tjóð, men ikki ein natión í ST høpi. Tað kunnu vit blíva í morgin, um vit ynskja tað, men tað gera vit ikki. Hetta er ein veruleiki Høgni Hoydal og flokkur hansara mugu finna seg í, og ikki sær tað pent út, tá hesir royna at seta vognin fyri ryssuna heldur enn øvugt, og vilja hava danskarar at viðurkenna, at Føroyar er ein natión, fyri so at skula samráðast um at blíva natión.

Vil tú eina loysn á viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, ið viðførir økt sjálvstýri, so atkvøð fyri Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið.