Sambandsflokkurin í svárari kreppu, sigst

Finnleif Guttesen, Tvøroyri

Hvør er tað nú, ið kemur við hesum ófrættatíðindum. Jú, fyrst er tað ein veljarakanning umbiðin av Dimmu, síðani leiðarin í Dimmalætting, og so kemur ein spinndoktari úr Gøtu, ið ikki fekk sín vilja fyri einum ári síðani, tá ið hann var við til at fáa ein tingmann úr Suðuroy út á glatís.
At ÚF og SVF fylgja hesum upp, er sjálvsagt, tí annars høvdu tey eingi tíðindi, har koma bert ófrættatíðindi, sólskinssøgurnar er ein býður í Kina.
At 266B kann og skal brúkast av teimum “kristiligu”, síggja vit best, tá ið skrivarin í Sambandsflokkinum, ið stillar upp í Eysturoy, fór út og segði, at hann vildi ikki vera atkvøðuneyt hjá tingformanninum, ið ikki var heilt so “kristin” sum hann, og vónar sjálvsagt at fáa sær nakrar bíligar atkvøður í Eysturoy til komandi valg.
Nú kemur panikkur í næstformannin í Sambandsflokkinum, tí kanska missir hann atkvøður til skrivaran, so har er bert eitt at gera, tað er at yvirtrumfa skrivaran fyri at vísa, hvussu “kristin” ein er, og tað allar týdningarmesta, ikki at missa atkvøður.
Næstformaðurin royndi so at gera tað, ið eingin hevur klárað enn, at blása og hava mjøl í munninum samstundis, men tað eydnaðist heldur ikki hjá honum
Ikki eiti á kreppa, ein Dimma, ið “gloymir” tað positiva, spinndoktari, ið ikki fekk sín vilja, skrivari og næstformaður, ið bert eru úti eftir atkvøðum við at misbrúka tí kristnu læruna.