Sambandsflokkurin tekur sær ikki æruna

Sambandsflokkurin, Kaj Leo Johannesen

Tingmenn úr bæði samgongu og andstøðu eru farnir at kjakast um, hvør skal hava æruna av tí, sum er hent viðvíkjandi Vága Floghavn. Hetta má sigast at vera eitt løgið kjak, tí í veruleikanum er einki hent á økinum.
Í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri trimum árum síðani, stendur: “Vága Floghavn verður útbygd og nútímansgjørd.” Hetta er ein góður málsetningur, men sum so mangan, tá tað snýr seg um politisk mál, so hevur hetta tikið nógv longri tíð enn tey flestu høvdu ynskt.
Undanfarna landsstýrissamgonga hevði eisini í sínum samgonguskjali ætlanir um útbyggingar og nútímansgerð av Vága Floghavn, men heldur ikki tá hendi nakað sjónligt framstig.
Trý ár eru farin av hesum valskeiðinum, og nú sær endiliga út til, at eitt uppskot er á veg í fólkatingið um at fáa útbyggingina framda. Men tað løgna er, at nú er eisini ein kapprenning farin í gongd, um hvør skal hava æruna fyri framstigini – longu áðrenn nakað veruligt framstig er hent. Vit kunnu so spyrja, hvør vil hava æruna fyri alt tað sum ikki er hent, ella æruna fyri, at arbeiðið hevur tikið so langa tíð?
Sambandsflokkurin fer ikki einsamallur at taka sær æruna av framstigunum, sum nú vónandi henda viðvíkjandi Vága Floghavn. Vit arbeiða saman við tveimum øðrum flokkum eftir einum samgonguskjali, og vóna, at eitt samt løgting í seinasta enda stendur aftanfyri tey úrslit, sum fáast burturúr.
Endamálið er ikki at byggja okkum sjálvum ein politiskan minnisvarða. Vit ynskja bara at føroyingar fáa ein tryggan og góðan flogvøll.