Sambandsflokkurin vísir á vandar

Formaður Sambandsfloksins ávarar ímóti ætlan samgongunnar, ið sambært honum er at avbyrgja Føroyar í Atlantshavi. Serliga hetta fara hann og floksfelagar at leggja dent á undir komandi aðalorðaskifti um framtíðarstøðu Føroya.

? Vit munnu halda okkum til veruleikan, og hann er, at tríggir flokkar hava gjørt eina samgongu við tí aðalmáli at loysa Føroyar frá Danmark?


Hetta endurtekur Edmund Joensen í sambandi við, at Hvítabók er liðug, og skal viðgerast á Tingi komandi mánaða. Hann staðfestir, at tað verður við hesum fremst í huga, at tingbólkur floksins fer til aðalorðaskifti um Hvítubók.


Partur av Danmørk


? Øll vita, at Sambandsflokkurin, umframt at vera liberalur, hevur eina stevnu, sum sigur, at vit skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum, so at føroyska samfelagið, sum ein partur av Danmark, skal eiga pláss millum tey fáu vælferðarsamfeløg sum eru í heiminum. Hetta fara vit av øllum alvi at gera vart við undir orðaskiftinum, sigur Edmund Joensen. Hann leggur afturat, at flokkurin fer at leggja dent á at vísa á vandar við ætlan samgongunnar, sum eftir hansara tykki er at avbyrgja Føroyar í Atlantshavi.


Í sambandi við aðalorðaskiftið er Edmund vísur í, at talan verður um eitt formligt orðaskifti, við ongum niðurstøðum.


Einar dyr til ES


Formaðurin í tí støðufasta Sambandsflokkinum heldur, at føroyingar eiga at vera partur av øllum ríkinum, og hava fullan rætt í øllum ríkinum.


? Hetta letur eina hurð upp til framtíðina. Fyrst í fulla fríheit í danska ríkinum, men eisini eina hurð upp til alt ES-samveldið og út í stóra Heim, so føroyingar sleppa at vera við í altjóða menningini, væntar formaður Sambandsfloksins.


Spurdur, um vit fara at síggja hin »góða gamla« Sambandsflokkin gera burtur úr sær undir aðalorðaskiftinum, sigur Edmund, at flokkurin altíð hevur verið góður, og ikki verður minni góður nú; bæði sum liberalur, og sum sambandssinnaður flokkur?


»Opinberingin«


Annars ivast formaður Sambandsfloksins í trúvirðinum á útgreiningararbeiðinum, ið nú kemur út sum Hvítabók. Hann ger vart við, at tað er samgongan sjálv, ið hevur gjørt arbeiðssetningar og sett fólk í starv til arbeiðið.


? Tað er onki at ivast í, at úrslitið hevði verið øðrvísið, um talan var um eitt uttanveltað verk; sum t.d. Fróðskaparsetrið gjørdi, sigur Edmund Joensen, sum við spenningi bíðar eftir tí, hann kallar »opinberingin« í dag, tá uttanlandsnevndin verður kunnað um Hvítubók.