Sambandsflokkurin viðger barnaískoyti

Sambandsflokkurin hevur í løtuni fund um uppskotið hjá Tjóðveldi um at hækka barnaískoytið.

Nú tingfundurin er niðurlagdur í ein hálvan tíma, er Sambandsflokkurin farin á fund.

Sambært Reimundi Langgaard, er endamálið við fundinum at viðgera uppskotið, sum Tjóðveldi ætlar at leggja fyri tingið, um at hækka barnaískoytið.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, segði við Rás 2 á døgurða, at hann ikki hevði sæð uppskotið enn, men at flokkurin seinnapartin skuldi á fund um málið.

 

Tjóðveldisflokkurin hevur borið eitt uppskot niðan á Løgtingsskrivstovuna, men av tí at so langt er liðið út á árið, krevjast 17 undirskriftir frá tingfólki, at fáa uppskotið lagt fyri tingið.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, váttar, at andstøðan og Miðflokkurin hava øll skrivað undir, men enn resta tvær undirskriftir í, sum mugu fáast til vega úr antin Sambandsflokkinum ella Fólkaflokkinum.

 

Sambandsflokkurin er tí nú á fundi fyri at taka avgerð um, hvørt uppskotið hjá Tjóðveldi skal sleppa til viðgerð í tinginum.