Á middegi í gjár hevði samgongan fund, har yvirtøkan á fólkakirkjuni var umrødd. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum var við á fundinum, og hann lýsir fundin sum góðan og positivan.
– Har komu ymisk sjónarmið fram, og Sambandsflokkurin ynskti at fáa nakrar spurningar útgreinaðar, greiðir Jógvan á Lakjuni frá, sum nú hevur avtalað fund við politiska fylgibólkin og kirkjuliga fylgibólkin, soleiðis at Sambandsflokkurin kann fáa svar upp á sínar spurningar.
Keðilig signal útkomin
Men hvørjir eru spurningar, ið Sambandsflokkurin vil hava svaraðar? Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, greiðir soleiðis frá:
– Tey signalini, sum nú eru komin út, bera ikki boð um, at fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku í samráð við allar partar, sum tað stendur skrivað í samgonguskjalinum.
– Tí ynskja vit ein uppklárandi fund, har vit hava alt forumið (samgongu, andstøðu, politiska fylgibólkin og kirkjuliga fylgibólkin, blðm.) savnað og fáa greiði á, hvat tað er man er nøgdur við og hvat man ikki er nøgdur við, greiðir Kaj Leo Johannesen frá, sum ynskir at sláa fast, at Sambandsflokkurin ynskir at yvirtaka fólkakirkjuna.
Hetta skal tó gerast í semju og samráð vil allar partar, og tað er tað Sambandsflokkurin ynskir at fáa burtur úr fundinum ???, har allir partarnir eru savnaðir.