Sambandsflokkurin vil útseta Sandoyartunnilin

Lagt er upp til ósemju í samgonguni um Sandoyartunnilin, tí Sambandsflokkurin vil ikki gera hann nú

Sambandsflokkurin tekur ikki undir við, at Sandoyartunnilin verður gjørdur nú.

Tað er niðurstøðan, eftir at flokkurin hevur viðgjørt støðuna um, hvørjar útbyggingar, vit eiga at gera tey næstu árini.

Sostatt er lagt upp til stríð í samgonguni um ætlanina at gera undirsjóvartunnil til Sands, tí líka vist, sum tað er, at Sambandsflokkurin vil bíða við tunlinum, líka vist er tað, at aðrir partar í samgonguni krevja, at hann verður gjørdur beinanvegin.

Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, sigur, at eftir teirra tykki er tað ikki rætt at fara undir at gera Sandoyartunnilin fyrrenn í 2010.

- Vit halda, at hesi næstu árini eiga vit at raðfesta tey bleytu virðini framum asfalt og betong sigur hann.

- Tí halda vit, at hesi næstu árini eiga vit at raðfesta útbyggingarnar í samfelagnum øðrvísi, enn vit hava gjørt hesi seinastu árini.


Til próvtøku

Sostatt heldur Sambandsflokkurin, at tey næstu árini eiga vit at útbyggja okkara vælferðartænastur munandi, eitt nú skúlaverk, almanna- og heilsuverk.

Hann sipar til visjón 2015 hjá samgonguni.

- Skulu vit gera okkum vónir um at røkka nøkrum av endamálunum í 2015, er tað neyðugt at vísa tað í verki og at raðfesta vælferðartænasturnar hægri enn vit hava gjørt hesi seinastu árini.

- Og tað eigur at síggjast aftur á næstu fíggjarlóg.

Hann staðfestir, at fíggjarlógin fyri 2008, verður próvtøkan hjá hesi samgonguni.

- Okkara avrik fer í stóran mun at vera mett útfrá, hvussu fíggjarlógin fyri næsta ár sær út, sigur hann.

Hinvegin hevur flokkurin ikki nakra ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vælferðartænasturnar skulu byggjast út tey næstu árini og hvussu stórar upphæddir skulu brúkast tí tað má byggja á eina politiska viðgerð.

- Men skulu vit gera okkum vónir um at lúka ásetingarnar í visjón 2015, skulu vit brúka hundraðtals milliónir til vælferðartænastur tey næstu árini, sigur sambandsformaðurin.



Seta pening av

Hóast Sambands heldur at tað er rætt at útseta Sandoyartunnilin, tekur flokkurin fult undir við, at hann verður gjørdur.

Tí er flokkurin eisini sinnaður at seta pening av til endamálið longu á næstu fíggjarlóg.

- Byrja vit at seta pening av í 2008, hava vit fleiri ár at fíggja hann í og tað fer at gera hann munandi lættari at fíggja.

Men hví eru tit komin eftir, at 2010 er akkurát tað rætta árið at fara undir Sandoyartunnilin?

- Tað er ein meting, vit hava gjørt, tí so hava vit tvey ár at seta pening av til hann í, áðrenn hann byrjar av álvara.

Hinvegin tekur Sambandsflokkurin fult undir við, at Sandoyartunnilin verður settur á fíggjarlógini, fyri at fíggjarlógin kann geva eina so rættvísandi mynd av almenna virkseminum, sum gjørligt.

Nú hava tit ikki í nær ella námind av at hava umboð úr Sandoy á Løgtingi og sostatt er tað at kalla “ókeypis” hjá tykkum at krevja tunnilin útsettan, tí tit hava onki at missa. Er tað orsøkin til, at tit heldur vilja offra Sandoyartunnilin, heldur enn aðrar útbyggingar?

- Nei, tað er tað ikki. Sum politikarar noyðast vit at hugsa um samfelagið, men tað ber ikki til at gera alt ísenn og tað liggja stórar útbyggingar fyri framman. Tí halda vit, at tað er rætt at bíða eitt sindur við Sandoyartunlinum.

Hvat heldur tú so hevur størri týdning enn Sandoyartunnilin at byggja út tey næstu árini?

Tað eru tey bleytu virðini, vælferðartænasturnar, ella skúlaverkið, heilsuverkið og almannaverkið.

Samstundis staðfestir Sambandsflokkurin, at alt hetta eru spurningar, sum skulu viðgerast í samgonguni og tað er lítið, sum bendir á, at Sambandsflokkurin fer at seta hart ímóti hørðum, krevja hinir flokkarnir, at Sandoyartunnilin skal gerast.






























MYND AV KAJ LEO


Nú skulu vit til próvtøku