Sambandshøvdingi sjeytifimm ár

Í gjár fylti Edmund Jo­en­sen, fól­k­a­tings­mað­ur, 75 ár

 

Edmund er ættaður av Oyri og býr á Oyrarbakka. Hann er son­ur Poul Joensen og Hansinu, f. Sam­uelsen, og hann er giftur við Ed­fríð, sum er er ættað frá Norð­skála.
Hóast Edmund Joensen byrj­aði sína yrkisleið í politikki longu í 1970, tá hann varð valdur í komm­un­u­stýrið í gomlu Sunda komm­unu, so kenna vit hann best sum landspolitikara eftir at hann varð valdur á ting fyri Sam­bands­flokkin í Eysturoyar val­dømi í 1988.
Hann sat sum komm­un­u­stýr­is­lim­ur til 1980.
Hann var virkin vinnu­lívs­mað­ur, eitt nú innan fiskaaling tíð­liga í sjeytiárunum og áttatiárunum. Hann var eisini stjóri á O. C. Joensen, sum mill­um annað hevði rækjuvirki og skelja­virki á Oyri.
Edmund Joensen hevði bert sitið sum tingmaður í tvey ár, tá boð vóru eftir honum til for­mans­sessin í Sam­bands­flokk­i­num. Stutt framman undan val­i­num í 1990 boðaði Pauli Ell­ef­sen frá, at hann ikki stillaði upp til kom­andi løgtingsval, sum átti at ver­ið í 1992. Men stutt eftir frá­boð­anina hjá Paula Ellef­sen slitnaði samgongan mill­um Fólkaflokkin, Sam­bands­flokk­in og Tjóðveldisflokkin. Tí kom for­mans­skiftið í Sam­bands­flokk­i­num eitt sindur fyrr enn ætl­að.
Valið í 1990 var sermerkt við tað, at Javn­að­ar­flokkurin vann stór­sigur, fekk 10 fólk vald. Tí kundi Atli Dam skipa eina tví­f­lokk­a­sam­gongu saman við næst­størsta flokki, Fólka­flokk­i­num, sum fekk sjey fólk vald.
Hetta vóru politiskt sera tur­bolentar tíðir, og tað fekk Javn­að­ar­flokkurin at merkja á vali­num í 1994, tá flokkurin var hálv­veraður úr 10 fólkum niður í 5. Ed­mund vann stórsigur við Sam­bands­flokkinum, sum vaks úr 6 upp í 8 tingsessir og gjørdist størsti flokkur.
Samráðingarnar um sam­gongu vóru drúgvar í 1994. Leingi samráddust Sam­bands­flokk­ur­in, Fólkaflokkurin, Sjálvsýrisflokkurin og Kristiligi Fólka­flokkurin um samgongu, til teir at enda skrivaðu undir sam­gonguskjalið – sum øll tey 18 ting­fólkini skrivaðu undir. Men tá máls­økini skuldu býtast, slitnaði. Tí tók Edmund síðst í au­g­ust mánaði upp samráðingar við Javnaðarflokkin, Verk­a­mann­a­fylk­i­ngina og Sjálvstýr­is­flokk­urin og skipaði samgongu 15. sep­tem­ber í 1994, tá Edmund Jo­ensen gjørdist Føroya Løg­mað­ur.
Meðan hesar samráðingar stóðu uppá, var fólka­tings­val­stríð, tí Poul Nyrup Rasmussen, for­sæt­i­s­ráðh­arri, hevði skrivað út fólka­tingsaval at vera 21. se­p­tember í 1994. Tá varð Ed­mund Joensen valdur á Fólka­ting fyri fyrstu ferð – og eru tað í morgin 25 ár síðani, at triðelsti fólkatingsmaðurin í Dan­mark, Edmund Joensen, varð valdur á fólkating á fyrsta sinni.
Meðan Edmund Joensen var løg­mað­ur røkti Johannes Mart­in Olsen á Strondum fólka­tings­sessin.
Á løgtringsvalinum í 1998 gekk ikki so væl hjá Sam­bands­flokk­i­num, sum aftur misti tveir ting­sess­ir og fekk 6. Úrslitið av vali­num í 1998 var full­veld­is­sam­gong­an, sum hevði sum end­a­mál at loysa Føroyar úr rík­is­fel­ags­skapi­num við Danmark.
Alt stríðið, sum Edmund Jo­en­sen, og fyri hansara tíð Mari­ta Petersen, høvdu við Dan­mark og donsku stjórnina birti upp undir full­veld­is­hug­sjón­ina í Føroyum, sum endaði við full­veldisslandsstýrinum, sum sat frá 1998-2002.
Í 2001 hendi so tað, at stríðs­val var í Sam­bands­flokk­i­num. Lisbeth L. Petersen í Havn bjóð­aði Edmundi Joensen av til for­mans­valið, og vann.
Men Edmund Joensen gavst ikki á hondum fyri tað, um hann tapti fólk­a­tingsvalið. Hann helt fram sum sterki maðurin í flokk­i­num, og tá full­veld­is­flokk­ar­nir ikki kundu semjast um at velja løgtingsformann eftir løg­tings­valið í 2002, hendi tað, at Ed­mund Joensen varð valdur við at­kvøðunum hjá andstøðuni, tí at Fólk­a­flokkurin og Tjóðveldi valdu ávikavist Óla Breckmann og Her­geir Nielsen. Edmund varð sitandi sum løg­tings­for­mað­ur valskeið frá 2004 til 2008 eisini, men tá sum partur av sam­gong­uni millum Javn­að­ar­flokk­in, Fólkaflokkin og Sam­bands­flokkin.
Á fólkatingsvalinum í 2007 varð Edmund Joensen á øðrum sinni valdur á fólkating. Sam­bandsflokkurin gjørdist næst­størsti flokkur eftir Tjóðveldi.
Á Fólkaftingsvalinum í 2011 vann Sambandsflokkurin stór­sigur við 30,8 prosentum, og Ed­mund Joensen varð valdur við 1.578 atkvøðum framman fyri Kaj Leo Holm Johannesen, tá­verandi løgmann, sum fekk 1.554 atkvøður.
Á Fólkatingsvalinum í 2015 mist Sambandsflokkurin fólk­a­tings­umboðanina, sum Ed­mund Joensen vann flokk­inum aftur við rimmar valúr­sliti­­num 28,3 prosentum á fólk­a­tings­val­inum 5. juni. Ed­mund Joensen varð valdur sann­førandi við 1.883 atkvøðum, með­an Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen á øðrum plássi fekk 1.036.
Edmund Joensen er av roynd­astu og elstu fólkum, sum sita á fólkatingi í dag. Men hóast hann er 75 ár, so eru tvey onnur fólk, sum eru eldri enn hann. Næst­ur kendi Vinstra-pol­it­ik­arin Berthel Haarder, sum fylti 75 fyri sløkum tveimum vikum síð­ani, og elst er Marianna Jel­ved úr Radikala Vinstr­a­flokk­i­num, sum fyri tveimum vikum síða­ni fylti 76 ár.
Til stuttleika kann nevnast, at mið­al­durin á fólkatingslimunum er 45 ár, og yngsti fólkatingslimurin er 52 ár yngri enn Edmund Joensen. Tað er Aki-Matilda Høegh-Dam úr grønlendska Siumut (Javn­að­ar­flokkinum), sum er fødd 17. okto­b­er ­í 1996.
Skuldi Edmund Joensen ætl­a­ð sær at sett met sum elsti fólk­a­tingsmaður nakrantíð, so klár­ar hann tað akkurát ikki á næsta fólkatingsvali. Tí elsti per­sónur, sum nakrantíð er vald­ur á fólkating er Klaus Berst­en úr Vinstra, sum á vali­num í 1924 varð valdur. Hann var tá 79 ár og 10 mánaðir. Hann er eis­ini tann elsti, sum nakr­an­tíð hevur sitið í Fólkatinginum. Tá hann fór úr Fólkatinginum eft­ir valið í 1926, tá hann ikki still­a­­ði uppaftur, var hann 82 ár, fimm mánaðir og 19 dagar. Hann hevði tá sitið í Fólkatinginum í 51 ár, tveir mánaðir og 12 dagar.
Yngsti persónur, sum nakr­an­tíð er valdur á fólkating, er Kar­ina Sørensen úr Danska Fólka­flokk­i­num, sum varð vald á Fólka­ting á valinum 20. no­v­em­ber í 2001. Tá var hon 19 ár, sjey mánaðir og 12 dagar.
Ed­mund Joensen er valdur á Fólka­ting fýra ferðir: í 1994, í 2007, í 2011 og í 2019.
Hann er valdur á løgting átta ferðir: í 1988, í 1990, í 1994, í 1998, í 2002, í 2004, í 2008 og í 2015. Hann stillaði ikki upp løgtingsvalið í 2011 og heldur ikki á løg­tingsvalinum ­hesaferð.
Ed­mund Joensen er heiðr­a­ð­ur sum Riddari av Dannebrog í 1. stig og hevur móttikið komm­an­dør­kross­in frá Margrethu Drotn­ing.
• 1995 Ridder af Dannebrog
• 1997 Ridder af Dannebrog af 1. grad
• 2005 Kommandørkorset
Hjart­aliga tillukku við 75 ára føð­in­gar­degnum Edmund!

 

FAKTA um Edmund
Føddur 19. september í 1944
Giftur Edfríð Joensen frá Norðskála 9. januar í 1966
Tey eiga børnini Elsu, Siggu og Hjalmar
Bygdarráðslimur í (gomlu) Sunda kommunu 1970-1980.
Løgtingsmaður 1988-2011 og 2015-2019
Føroya Løgmaður 15. september í 1994- 15. ai 1998
Løgtingsformaður 2002-2008
Valdur á fólkating 21. september í 1998, 13. november 2007, 15. september 2011 og 5. juni 2019
Formaður Sambandsfloksins frá 1990- 2001
Riddari av Dannebrog í 1995
Riddari av Dannebrog 1. grad í 1997
Fekk Kommandørkorset í 2005
Triðelsti fólkatingsmaður eftir fólkatingsvalið í 2019