Sambandsmenn á Arktis-ráðstevnu við krúnprinsinum

Ráðstevnan snýr seg um Arktis

Í hesum døgum er árliga Arctic Circle Assembly í Íslandi, sum er ein altjóða ráðstevna við Arktis í brennideplinum.

 

Ríkishøvd, forsætisráðharrar, parlamentslimir, embætisfólk, vísindafólk, vinnulívsfólk, umframt mong onnur úr øllum heiminum, koma á árligu ráðstevnuna at geva sítt íkast til, hvussu vit kunnu tryggja eina góða framtíð í arktiska økinum.

 

Føroyski uttanríkisráðharrin, Jenis av Rana, luttekur ikki.

 

Løgmaður, fólkatingsumboðið og krúnprinsurin eru allir tríggir staddir í Íslandi, og teir hittust allir í gjár til móttøkuna á donsku sendistovuni, í sambandi við arktisku ráðstevnuna, sum byrjar í dag.

 

Løgmaður ber fram røðu á ráðstevnuni í dag millum klokkan 17-18 føroyska tíð.