Sambandspolitikkur er framtíð Føroya

Undanfarna valskeið (1994-98), tók Sambandsflokkurin enn einaferð aftur um endan, og var við at endurreisa føroyska samfelagið, sum búskaparliga hevði rent seg fast.

 

Kreppan seinast í 80-unum og í byrjanini av 90-unum var uttan iva tann svárasta í føroyska samfelagnum í nýggjari tíð.

Føroyska samfelagið var niðurbundið av skuld og vónloysi.

Tá valskeiðið var runnið, kundi staðfestast, at stóra uppgávan Sambandsflokkurin átók sær leiðsluna av, varð loyst bæði væl og virðiliga. Politiskt vóru Føroyar so frælsar sum ongantíð fyrr, og búskaparliga hevur Føroya land valla nakrantíð verið betri fyri.

Verandi samgonga kom bókstaviliga til skorin klæðir og búgvið borð, men við sínum einvísa og forstokkaða fullveldispolitikki, er landsstýrið við at spæla okkum øll kort av hondini.

Tað er uppá hægstu tíð, at veljarin setur teimum stólin fyri hurðina. Tað kann gerast 20. november.

Sambandsflokkurin hevur tað besta politiska tilboðið. Flokkurin hevur greiðar linjur og eina krystalklára valskrá til fólkatingsvalið.

Við sínum nýskipanaruppskoti er flokkurin til reiðar at tingast við danir um eina politiska nýskipan landanna millum, men tað er sjálvandi treytað av, at flokkurin fær umboð á fólkatingið til komandi fólkatingsval.

Velur tú Sambandsflokkin, hevur tú møguleikan at gerast partur av einum størri ríki, og samstundis stýra tínum egna landi. Hvat meira kanst tú ynskja tær ?

Sambandsflokkurin er framtíð Føroya. Persónliga frælsið og vælferð Føroya fólks er sett í fremstu røð. Her skal vera gott at búgva, ikki bert fyri tey fáu, men okkum øll.

Avgerðin er okkara.