Tað eru ymsar meiningar um pensjónsaldurin í Føroyum skal hækkast, ella ikki.
Tað staðfesti, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú roynt verður at finna eina politiska semju um eina nýggja pensjónskipan.
Í hesum sambandi við Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita um tað er ein partur av hesi nýggju pensjónsskipanini, at pensjónsaldurin skal hækkast.
Eitt, hann sipar til, er, at danski forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur upplýst í eini frágreiðing um støðuna í ríkinum, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin.
Bárður Nielsen sigur, at forsætismálaráðharrin hevur sjálvsagt ikki tikið hetta úr egnum brósti, men at hann hevur fingið upplýsingarnar úr landsstýrinum.
– Mítt páhald er, at soleiðis arbeiða tey ikki í danska forsætismálaráðnum, sigur hann.
Les eisini: Landsstýrið umhugar at hækka pensjónsaldurin
Eyðgunn Samuelsen, sigur, at pensjónsaldurin hevur verið viðgjørdur í øllum arbeiðnum um eina nýggja pensjónsskipan og tað verður hann eisini nú.
Og hon leggur afturat, at enn er tað ov tíðliga at siga um pensjónsaldurin hækkar, ella ikki. Tað er eisini ósemja um, hvussu nógv, hann skal hækka, og, hvussu skjótt, hann skal hækka.
Hon sigur, at hetta er ein ósemja, sum er ímillum flokkarnar, og eisini ein ósemja, sum er innanfloks í summum flokkum.
Men landsstýriskvinnan staðfestir, at undir øllum umstøðum er tað klárt sum glas, at verður pensjónsaldurin hækkaður, verður tað ikki við einum skotbrái upp á nøkur heilt fá ár, soleiðis sum undanfarna samgonga boðaði frá. Undanfarna samgonga ætlaði at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár upp á nøkur fá ár, og varð tann ætlanin fylgd, hevði pensjónsaldurin verið 70 ár næsta ár, segði Eyðgunn Samuelsen.
– Tað verður undir øllum umstøðum ikki talan um at hækka pensjónsaldurin við stuttum skotbráði, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon leggur afturat, at spurningurin um at hækka pensjónsaldurin er ikki ein spurningur fyri seg, men hann verður viðgjørdur sum ein partur í eini heildarloysn.
Í hesum sambandi verður eisini kannað eftir, hvussu fólk, sum eru uppslitin á yngri árum, kunnu sleppa frá við pensjón, áðrenn tey røkka vanligum pensjónsaldri. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at livialdurin er hækkaður og at nógv fólk arbeiða eftir at tey eru 67 ár og tað er eisini ein spurningur, sum skal takast við.