Samd um barnafrádrátt

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Krisiani Magnussen um at broyta skattalógina soleðis, at barnafrádrátturin eisini skal galda fyri børn millum 16 og 18 ár.

Eirikur Lindenskov


Kristian Magnussen segði, tá hann legði uppskotið fram 20. januar, at hetta var fyri at lætta um hjá barnafamiljum. Eisini segði hann, at samfelagið er so nógv broytt síðani reglan um, at barnafrádrátturin bert skal umfata børn undir 16 ár kom i gildi í 60?unum.

Hann vísti á, at børnini ganga longri í skúla í dag, og at vit eisini hava kravda 9 ára skúlaskyldu, og tá verða tey ungu 16-17 ár áðrenn tey eru liðug við skúlan.

Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Frá Toll- og Skattstovu Føroya hevur nevndin fingið yvirlit yvir kostnaðin av at hækka aldurin fyri barnafrádrátt til 18 ár. Yvirlitið vísir, at verður aldurin fyri barnafrádrátt hækkaður til 18 ár verða 1238 børn afturat fevnd av lógini, og samlaði kostnaðurin er 8.706.200 krónur.