Samdust á Mølini

NSÍ átti trýstið, men bestu møguleikarnir fullur tó til vertirnir, tá EB/Streymur sunnudagin tók ímóti NSÍ

Fótbóltur

Hóast talan var um tvey lið sum heldur enn fegin vildu hava stigini, sum spælt varð um, so máttu bæði EB/Streymur og NSÍ taka til takkar við javnleikinum sunnudagin. Ein javnleikur, sum kanska ikki er nøkur vanlukka, men sum hinvegin heldur ikki lyfti liðini nakað serligt á talvuni.

Royndu at spæla
Vertirnir hava fyrstu umførini fingið fleiri atfinningar fyri, at teir ikki hava spælt nóg væl fótbólt, men heldur hava valt at standa í verjustøðu og sparka langt.
Kann vera, at partur av hesum atfinningum ikki hava verið heilt rímiligar, og í øllum førum tóktist tað, sum vildi liðið afturvísa hesum uppáhaldinum. Frá fyrsta bríksli varð roynt at halda bóltin á jørðini, og heldur geva sær tol og stundir at pilka mótstøðuverjuna.
Og størsta partin av fyrra hálvleiki eydnaðist hetta eisini sera væl. Eisini hóast tað mundi koma sum vátur vøttur, tá gestirnir brádliga løgdu seg á odda.
Hjá NSÍ var greitt, at liðið kanska var skert í meira lagi. Í øllum førum gav tað trupulleikar á bakkinum, at Sjúrður Jacobsen ikki var klárur eftir skaða, og fleiri ferðir skaptu vertirnir vandastøður við kvikum uppspæli í síðunum. Tað var eisini eftir eitt slíkt, at útjavnandi málið kom. Bárður fekk bóltin eftir langt skift, og tá hann ikki fekk skotið sjálvur, trillaði hann aftur til Hans Paula Petersen, sum hølvaði bóltin inn.

Trupulleikar við at bíða
Málið var kanska ein ábending um, at NSÍ ikki eru nóg sterkir til at fara í bólthavaran, tá teir eru í verjustøðu. Fleiri ferðir bakkaðu teir heilt langt undan skotsterku og ?glaðu gestunum, og tað mundi eisini kostað ta einum ferðina. Ivaleyst vilja tey hjá heimaliðnum vera við, at bólturin var innan fyri strikuna, tá Pacek smekkaði upp undir tvørtræið, men floytan segði einki, og so sluppu runavíkingarnir við skrekkinum.
Tað slapp EB/Streymur eisini, tá Christian Høgni Jacobsen var um at verða fyrstur á innleggi úr vinstru, men tann bólturin sneiddi sær beint framvið málinum. Tað gjørdi hann so ikki, tá vertirnir beint undan steðginum fingu sær enn ein blund, soleiðis at NSÍ kundi skora eftir deyðbóltsstøðu. Nakað sum annars tykist eyðkenna øll tey lið, sum Trygvi Mortensen hevur fingist við seinnu árini.

NSÍ trýsti uttan vekt
Eftir steðgin skifti dysturin fullkomuliga ham. Nakað av vindi hevði verið eftir vøllinum, tó at heta ikki darvaði spælinum nakað serligt, men runavíkingar høvdu so lítla lotið í ryggin eftir steðgin.
Um tað var hetta, sum gjørdi munin, skal vera ósagt, men tað vóru gestirnir, sum sótu á snøgt sagt øllum. Teir royndu støðugt at trýsta spælið oman móti EB/Streyma málinum, og tó at talan sera sjáldan gjørdist um veruligar møguleikar. Hinvegin var heimaliðið kanska tað vandamiklara, og tað eydnaðist eisini at javna eftir kanska besta álopið í dystinum.
Og so stóð NSÍ fyri tí nógva næsta hálva tíman ella har á leið. Við einum ótroyttiligum Helga L. Petersen sum drívmegin á miðvøllinum, varð at kalla hvør tann einasti nærdysturin vunnin, og hjá EB/Streymi fekk verjan ikki gjørt nógv annað enn at sparka burtur. Snøgt sagt tí alt ov langt var frá fremstu ketuni til tí næstu.
Seinasta korterið tóktist tó, sum fekk heimaliðið um rætta endan. Kanska vóru runavíkingarnir um at verða møddir, og tá teir nú fingu møguleikan, so megnaði EB/Streymur at spæla seg til fleiri kjansir. Ikki minst kundu innskifti Leif Niclasen við eitt lítið sindur av hepni koppað dystinum til fyrimuns fyri heimaliðið, men í tveimum førum stóð Jens Martin Knudsen á júst rætta staðnum.
Júst leikluturin hjá royna málverjanum kann tykjast at gerast sera týdningarmikil hjá NSÍ í ár. Higartil hava teir í ov lítlan mun sýnt veruligt flótandi fótbóltsspæl, og tá er umráðandi við einum sterkum skansa, tá spælið ikki koyrir.
Í so máta mundi dysturin hjá EB/Streymi kennast frægari sunnudagin. Men tað kostar, tá mistøk verða framd í verjupartinum. Og skal liðið upp, so er neyðugt at fáa hesi mistøkini burtur úr spælinum.