Same procedure...

Róðurin hjá seksmannaførum við kvinnum var sær sjálvum líkur á vestanstevnu. Bátarnir endaðu enn einaferð í somu raðfylgju, burtur sæð frá, at kvinnurnar á Gongurólvi, sum leygardagin róðu við Víkingi fingu fimta plássið og Sølmundur noyddist sostatt at taka til takkar við sættaplássinum

Undan róðrinum á vestanstevnu mundi lítil ivi vera um, at Jarnbardur fór at vinna. Kvinnurnar hava verið suverenar í so langa tíð nú, at alt annað enn ein sigur til tær tyktiskt nærum óhugsandi. Og varð eisini.
Á fjarðastevnu hevði Riddarin hug at hótta Jarnbard eitt sindur undir róðrinum, men á málinum var kortini ongin ivi um, hvør vann. Tí hildu summi, at Riddarin møguliga fór at gera ein vørr á heimasjógvi. Men kvinnurnar á Jarnbardi snøgt sagt vundu burtur úr Riddaranum og komu á mál tvær bátslongdir frammanfyri. Riddarin bardist eisini eina løtu um annað plássið við Lóm av Argjum. Tað stríðið vunnu miðvágskvinnurnar, men Jarnbard fingu tær onki gjørt við hendan dagin.
Nú er bara Ólavsøkuróðurin eftir, og tá eru Jarnbardakvinnurnar á heimasjógvi. Tað eru tvær vikur at venja í hjá manningunum, men lítið sannlíkt er, at úrslitið á Ólavsøku verður so ólíkt úrslitunum, sum tey hava verið alt árið hjá seksmannaførunum við kvinnum.

6 mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 05:03.19
2 Riddarin 05:09.01
3 Lómur 05:15.09
4 Páll Fangi 05:17.21
5 Víkingur 05:25.04
6 Sølmundur 05:28.10