Føroyameistarar
Tað ljóðaði kanska eitt sindur omaná, men lýsingin frá HB í Útvarpinum kundi neyvan misskiljast. Nú støðan enn einaferð hevði lagað tað soleiðis, at HB er føroyameistari í mansfótbólti, sá felagið seg aftur í ár noytt at skipa fyri FM-dansi í felagshúsunum.
So var støðið líka sum lagt, og fyri B36 viðhaldsfólk mundi støðið helst eisini vera lagt longu tiðliga sunnumorgunin. Verðurgudarnir hava annars ofta lagað tað soleiðis, at veðrið hevur verið av tí allarbesta, ta´grannauppgerðir hava staðið á skránni, men allan sunnudagin oysti heystarregnið omanyvir høvuðsstaðin. Og tað var kanska eitt slag av einum metafori, tá Týr og teirra tungi rokktónleikur so eisini varð sett sum upphiting til grannaslagið.
Tí tungt var tað í øllum førum hjá B36 sunnudagin. HB stóð fyri triðja árið á rað sum meistarar, tá Lassin Isaksen hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
Nervin var við
Undan hesum høvdu tey mongu viðhaldsfólkini hjá havnarfeløgunum verið vitni til ein dyst av teimum heilt spennandi. Kanska var talan ikki um best leiktu uppgerðina á árinum, men nervin og intensiteturin var alla tíðina til staðar.
B36 gav alt fyri eitt til kennar, at stóð tað upp til teir, so skuldi tað so í øllum førum ikki vera í dag, at HB skuldi standa sum meistarar. Frá fyrsta bríksli var talan um harðan dyst um hvønn einasta bólt, og hvørgin parturin megnaði at vinna seg fram til nakra veruliga yvirvág.
Vindurin darvaði kanska spælinum nakað, og tað var HB, sum átti hendan í ryggin fyrra umfarið. Talan gjørdist tó ikki um nakað massivt trýst oman móti B36-málinum, og heldur var tað kanska B36, sum við eini røð av hornaspørkum tóktist meira nærgangandi fyrstu longu løtuna.
Hinvegin tóktist tað meira vandamikið,tá HB setti ferð á móti málinum. Við Heðini á Lakjuni og Jákupi á Borg í hvør sínum borði, var ferðin alla tíðina nógv, og fleiri ferðir varð roynt at stinga inn um B36-verjuna, sum tó fyri tað mesta megnaði at standa á røttum stað.
Tungt hjá B36
Dygst undan steðginum eydnaðist tó HB at leggja seg á odda. Eftir hornaspark ferðaðist bólturin nakað í brotsteiginum, áðrenn Símun Eliasen royndi seg. Skotið var ikki so hart, og uttan iva hevði Magnus Poulsen tamarhald á støðuni. Allan Mørkøre ? sum annars mnudi vera besti B36-leikarin fyri steðgin ? royndi tó at stúta bóltin burtur, men hann fekk ikki meira enn broytt kósina á honum, og so var HB á odda.
Hetta noyddi B36 í enn størri mun at leggja dent á álopspartin eftir steðgin, men tað var tó skjótt, at uppgávan varð gjørd enn truplari. Á miðjum vølli hevndi Alex dos Santos seg móti Jákupi á Borg, og so fekk Lassin Isaksen illa gjørt annað enn at geva brasiliumanninum reyða kortið.
B36 fall tó ongantíð í fátt. Støðugt royndu teir at skapa eitt trýst oman móti HB-málinum, og tó at ein mest sum ósjónligur John Petersen varð tikin skaddur av vøllinum, so tóktust teir alla tíðina hava vónina um, at setningurin ikki var heilt ógjørligur.
Men tað eydnaðist so ikki, kortini. Fyrst og fremst tí HB verjan hevði tamarhald á tí allar mesta av tí, sum fór fram, og hóast B36 hevði bóltin nógv, so gjørdist talan ongantíð um veruligar málmøguleikar.
So var HB nakað nógv nærri við at økja til 2-0, men tá teir vóru ikki nóg neyvir, tá teir fingu kontra-møguleikarnar. Magnus stórbjargaði, tá Heine Fernandez slapp leysur, og tá bæði Jákup og Rógvi raktu træverkið, mundu tey í HB skýlinum halda ondini.
Men tað nýtist teimum so ikki longur. Leiðslan hjá HB helt, og tá KÍ so samstundis órógvaði Skála, kundu HB-viðhaldsfólkini aftur í ár tysja inn á vøllin. Triðja árið á rað hevur felagið vunnið FM-heitið í føroyskum mansfótbólti, og ikki nóg mikið við tí. Á 100 ára degnum er felagið nú eisini tað mest vinnandi yvirhøvur í føroyskum fótbólti. Ein heiður, sum KÍ annars hevur átt leingi.