Samfelag teirra heilagu

eftir John S. Myllhamar

Hóast kirkjuskipanin, sum náttúrligt er, var øðrvísi í teimum allarfyrstu kirkjuliðunum, ið stjórnað vóru, er tó neyðugt at gera sær greitt tá ið tosað verður um liðið: Samfelag teirra heilagu, í triðju trúargrein, at heitið bara kann brúkast um hitt kristna kirkjuliðið/samkomuna, og sostatt ikki um óetableraðar bólkar og felagsskapir. Limir í fólkakirkjuni brúka kirkjulið, meðan limir í flestu fríkirkjum brúka samkoma. Meiningin við orðinum er sjálvsagt hin sama.

Sambært Skriftini er alneyðugt hjá hinum kristnu at gera sær greitt hvat eitt kirkjulið/samkoma er. Fólkakirkjan er eitt kirkjulið. Brøðrasamkoman eitt. Hvítusunnusamkoman eitt o.s.fr. Harafturímóti er ein missiónsfelagsskapur ikki eitt kirkjulið, men ein av mongu arbeiðsgreinunum í einum kirkjuliði. Tær bera eitt nú heitið heidningamissión, heimamissión, sjómansmissión, KFUM & K, Blái Krossur og aðrar greinar. Soleiðis var eisini fatanin millum tey gomlu missiónsfólkini, fyri at endurgeva ein av gomlu missónsmonnunum í Porkeri tá ið missiónshúsið har í bygdini var vígt: Hetta húsið er ikki bygt ístaðin fyri kirkjuna, men saman við kirkjuni. Tí eitur einki meinigheitin í missiónshúsinum. Til tess at vera ein meinigheit, mega sakramentini vera við. Og ongi sakramentir eru í missiónshúsinum. Eitt av skriftorðunum undir at nevna seg kirkjulið, er Ápostlasøgan kap. 2, har hitt fyrsta kirkjuliðið helt fast um felagsskapin, læru ápostlanna, breyðbrótingina og bønina. Tann dag, ein missiónsfelagsskapur hevur vín og breyðbróting í missiónshúsunum - alment er eingin enn gingin so vítt í Føroyum - hevur hann gjørt kirkjubrot, eins og Luthers Missiónsfelag nú ger í Danmark og Noregi. Og tá er rørslan vorðin eitt sjálvstøðugt kirkjulið/samkoma.


Kristin ikki gerast heidningur aftur

Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt tað aftur, tí so mikið títt hevur tað verið hildið fram, at ein kristin verður altíð verandi ein kristin. Jødar gerast jødar í um-skeringini. Tað finnast eingir heidnir jødar. Jødar verða teir verandi óansæð. Tað eru trúgvandi jødar og vantrúgvandi jødar, fráfalnir jødar, men ongastaðni heidnir jødar. Á sama hátt við kristnum. Heidningar gerast kristnir, men kristin gerast ongantíð heidningar. Ein kristin kann falla frá, gerast vantrúgvin, men ongantíð heidningur. Ein kristin kann tíggja sær verri enn ein heidningur, men ikki vera aftur til ein heidning. Foreldur, sum hava borið síni børn til dópin, kunnu seinni við sorg siga, at nú eru tey fráfallin, eru vantrúgvandi. Men tey siga ongantíð: Børn míni eru heidningar. Tí ráddi eisini um, at fáa nýføðingin kristnaðan skjótast tilbar. Nøkur doyptu tey longu dagin eftir. Og tað var ikki talan um, at fara uttandura við teimum áðrenn skírnina.

Sera væl lýst var hetta evnið av fyrrverandi aðalskrivaranum í donsku Indre Missión Poul Langagergaard, eitt árið á einum trúboðaraskeið, eg fyri nógv árum síðan luttók í. Og samsvarar hetta væl við orð Jóhan Weihe prests, har hann segði (endurgeving eftir minninum): »Hvussu øvugt verður ikki at vakna upp í glatan við Kristi krossmerki ristum bæði fyri andlit og bróst sítt!«


Lærusveinur undir Meistara sínum

Samfelagið og samanhaldið er til fyri, at vera varðveittur sum trúgvandi kristin. Hendan varðveitsla byrjar longu skírnarløtuna við orðinum. Læran er tengt at skírnini (sí missiónsboðini ella dópsritualið] at gerast lærusveinur Krists, merkir næmingar ella lærlingar. Uppgáva lærlingsins er alla tíðina at fáa visiónir, nýggjar tankar og hugskot. Hann nemur sær kunnleika við at lesa, við at spyrja, við at kanna. Hann sigur ongantíð: Hatta dugi eg! Hatta nýtist eingin at læra meg. Soleiðis eisini við lærusveini Krists. Hann gerst ongantíð meistari, men grundar yvir Guðs lóg dag og nátt (Sálmur 1). Sama ger næmingurin. Hann lítur á at roknibókin er røtt, at í henni er eingin villa. Tað kunnu vera mong toskilt roknistykkir, sum næmingurin ikki skilir, men hetta kemst av, at hann í kunnleika enn ikki er rokkin so langt. Hann gevur ikki roknibókini skyldina. Ein næmingur hjá Kristi, skilir heldur ikki øll tey bíbilsku roknistykkini, men hann veit at tey eru røtt, og at facittið er goymt í himlinum.

Í dag stíga persónar fram, sum siga seg vita og skilja alt - og tað enntá frá fyrsta degi teir traðka inn í eitt kristiligt umhvørvi og uttan sjálvir at hava nakra andliga bakgrund. Ongantíð kundu teir funnið uppá at givið øðrum rætt í teirra teologisku fatan, enn minni viðgingið. Har helt mín teori ikki! Ella møguliga verið so eyðmjúkir at sagt: - Hatta skilji eg ikki enn í hvussu so er - møguliga ongantíð!

Persónliga trúgvi eg øllum, sum stendur í bíbliuni, og at bara tann bókin er Guds tala til menniskju. Men eg skilji langt ífrá alt, sum har stendur. Og um Guð framvegis skal vera mín Guð, vóni eg ongantíð at koma so langt at skilja alt, so at eg kann leggja Halgubók frá mær sum eina og hvørja aðra bók, eg havi lisið. Tá er Guð heldur ikki longur mín Guð.

Fyri mær er bíblia heldur ikki Guðs orð á ein og hvønn hátt, t.v.s. at hvussu eg enn lesið hana, er hon Guðs orð. Um eg so lesið versini uppeftir ella niðureftir, um eg lesið orðini frá høgru ella vinstru, so er hon Guðs orð. Ein hamari eitur ein hamari, men hann kem-ur ikki til sín rætt fyrr enn tú heldur um skaftið heldur enn um høvdið, tá ið tú neglur.

Einaferð skulu vit skilja alt. Nú kenni eg í pørtum, sigur Paulus, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.


Reglulig kirkju- og møtigongd

Næsta lívstreytin fyri varðveitslu í samfelag teira heilagu, er samanhaldið. Albert Schweitzer sigur einastaðni. Tá ið eg siti í lítlu kirkjuni í heimbygd míni, lati eg eyguni aftur. Fyri mínum innara eyga síggi eg tá nøkur av teimum, sum einaferð sótu har, men, sum nú eru farin undir mold. Ein teirra er Mitschi. Hann var so deyvur, at hann skilti ikki eitt einasta orð av tí, sum sagt varð. Kortini sat hann hvønn einasta sunnudag á beinki sínum. Ein dagin fekk faðir mín rópt inn í oyra hansara, hvussu tað bar til at hann gekk í kirkju tá ið hann ikki skilti eitt einast aorð av tí, sum sagt varð. Samfelag teirra heilagu, prestur! Samfelag teirra heilagu! Hóast hann var so deyvur, so fann hann styrkina í at koma í samfelag teirra heilagu. Og í slíkum samanhaldi er tyrkin júst goymd. Styrkin í kirkjuliðinum er júst goymd í at tað er eitt í øllum.

Vit kenna vist øll søguna um hin gamla vísa pápan, sum ein dagin rópti sínar 7 synir til sín. Teir vóru allir evnaríkir, og hann vist, at um teir stóðu saman, kundu teir inna stórverk. Men teir stóðu ikki saman. Á eitt borð hevði faðir teirra lagt 7 stavar. Teir undraðust hvat, hesin gamli nú hevðist at. Hann tók allar sjey stavarnar, bant teir saman so at teir vóru eitt bunti, bað síðani tann elsta bróta tað av. Hesin royndi, men megnaði tað ikki. Síðani bað hann tann næsta, heldur ikki hann orkaði. Allir royndi, men eingin kláraði. Síðani loysti pápin buntið sundur aftur so at tað aftur vóru sjey stavar, tók stav fyri stav, kvetti hann av, hetta fell lætt sjálvt hjá hesum gamla. Ein talandi mynd um týdningin av samanhaldinum í kirkjuliðinum. Tað stendur nógv sterkari tá ið tað stendur saman, men tað heldur als ikki um hvør limur koyrir sítt løb. Tí siga vit trúar játtanina saman. Vit halda fast um eina læru. Meira um hetta fyrst í Ápostlasøguni.


Altarborðið

Triðja styrkin í samfelag teirra heilagu, sum skal nevnast, er altarborðið. Mong menniskju koma ongantíð til altars. Nú kunnu ymiskar orsøkir vera til tað: Sjúka, veikleikar, elli v.m. Men tað kunnu eisini vera nógvar undanførslur: Eg fari ikki til altars saman við honum ella henni, tí tey eru so og so. Tá ið tú fer til altars, fer tú tá við tínari góðsku? Ella fer tú við tínari synd? Er tað við tí seinna, tá hyggur tú ikki eftir hvør ið liggur á knæ við lið tína, men tá er tú sjálvur tann størsti syndarin við borðið. Hugsa bara um teir, sum lógu um tað fyrsta altarborðið. Har vóru bæði ein Judas, ein Pætur og ein Tummas. Tað skal á ongan hátt skiljast sum vit skulu bagatelisera syndina - tvørturímóti, men vit leita til hansara við henni, hann, sum er mentur at fyrigeva og endurreisa.

Eitt annað við altarborðinum er, at har eru vit so nær Jesusi og teim, ið undan eru farin. Hugsa tær tá ið vit hava ein hálvring sum knæfall um altarborðið í øllum kirkjum, so er tað fyri at siga okkum nakað. Tá ið vit fara til altars, so eru tað ikki bara teir 10-20 sjónligu altargestirnir, vit eru til borðs saman við, men tá eru vit til borðs saman við øllum teimum heilagu, sum fóru undan okkum. Vit eru í samfelag teirra heilagu. Væl síggja vit tey ikki,m en tey eru við hin ósjónliga hálvringin ella partin á borðinum. Tey eru saman við okkum, tað er stór troyst. Ein prestur í Danmark, ein av mínum góðu vinum, segði mær einaferð frá einari mammu, hann kendi, sum hevði mist einastu dóttir sína. Hon syrgdi hana ómetaliga nógv. Ein dagin segði eg henni frá týdninginum av at vera til altars, og hvat, hin hálvi ringurin merkir. Í hesum fann hon troyst. Nú kundi hon við hvønn altargang vera saman við dóttir síni. Hóast hon ikki sá hana, var hon kortini saman við henni um borðið. Eitt trúgvandi kristi menniskja, sum fer her frá, verður verandi í samfelag teirra heilagu. Tað verður bara flutt frá tí sjónliga til hin ósjónleiga partin av borðinum. Paulus skrivar. Annaðhvørt vit liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.


Lovsangurin

Tað seinasta, eg vil nevna sum ein styrki í samfelag teirra heilagu, er lovsongurin. Men tá ið tosað verður um lovsong til Guðs, kann hann als ikki samanberast við sang og tónleik sum vit hoyra í dag. Vit eiga at minnast til, at Guð legði sínum ein nýggjan sang í munnin, ein sang, sum verðin ikki góðkennir ella kann syngja við í. Lovsangurin til Guðs er ikki eins og heimsins songur, treytaður av ljóðstyrkini, hann verður borin fram við men um hann er føddur í hjartanum av Guði. Og Guð er ikki óskils Guð, tí vil hann eisini hava ordan í lovsanginum. Tað er talan um javnvág, ikki um buldur, róp og gang, sum køvir lovsangin. Best kann tað lýsast við teimum gomlu petroleumslampunum, sum vóru í nógvum heimum fram til miðskeiðis í hesi øldini. Vildi man hava bjartari ljós, bar ikki til at skrúva veikin longri upp, tí so fór lampan at osa og kvaldi øll, sum inni vóru.

Í dag snýr tað seg um ljóðstyrkina. Tess harðari, tess fullkomnari. Men Guð fái lov, hetta er ikki treytin í tí kristna krikjuliðinum. Har verður dygdin ikki máld í desibel. Harafturítmói er lovsongurin gil Guðs neyðugur til tess at styrkja kirkjuliðið. Alt gott um kór, sangbólkar o.t. Tey kunna eisini vera við til at styrkja samanhaldið í einum samfelag, men um tey avloysa lovsongin frá meinigheitini, er vandi á ferð. Tá kann felagslovsongur brátt gerast ein viðfáningur, meinigheitin gerast eitt publikum, sum skal undirhaldast. Hon verður nakað passivt, heldur enn aktiv. At teppa munnin á tí vanliga liminum í kirkjuliðinum við at avmarka felagssangin, ella heilt lata hann falla burtur, er niðurbrótandi fyri hin kristna, tí tað eru mong menniskju, sum ikki akkurát eru so røsk at tala, men teimum leingist eftir at syngja, syngja saman við kirkjuliðinum.

Lat so bara felagssangin vera ófullkomnan tá ið gamla Marin og lítli Jógvan stemma í av hjartans lyst í kirkjuni ella á møtinum; tað ger einki um ikki alt er so professionelt. Eingin lovsongur á jørð verður nakrantíð fullkomin. Tað verður ikki fyrr enn í ævinleikanum, har tey sælu skulu syngja nýggjan song og lambsins prís um aldur og ævir.


Opsummera

So taka vit heilt stutt samanum:


1. Líka sum hin umskorni verður verandi jødi um ævir, verður hin doypti verandi kristin med alla.


2. Kirkjulið (meinigheit) og missiónsfelagsskapur eru hvør sítt. Fyri at vera ein meinigheit, mugu sambært Áp. 2. kap. sakramentini vera við.


3. Guðs orð verður ein lærusveinur ongantíð liðugur at grunda yvir, fyrr enn facittið, sum goymt er í himlinum, er kent.


4. Samanhaldið er ein lívstreyt um kristnilívið skal varðveitast.


5. Altarborðið er endin á tí langa, langa borðinum, sum røkkur inn um forhangið, inn í ævinleikan, har vit eru til borðs saman við øllum teimum sælu, ið undan okkum eru farin.


6. Lovsangurin til Guðs er ikki treytaður av ljóðstyrkini, hann verður borin fram av, men um hann er føddur í hjartanum av Guði. Hann verður ikki fullkomin fyrr enn ein dag fyri lambsins trónu í friði og sælu um aldur og ævir.