Marjun Dalsgaard
??????
Bi-, trans-, sam- ella hinskynd. Rætt ella skeivt. Eru vit av skaparans hond fjølbroytt og ymisk, ella eru 10 prosent av okkum skeiv? Ella liggja 30 prosent av okkum í veruleikanum okkurt stað mitt ímillum? Tað vísti til dømis ein amerikonsk kanning gjørd í 1930?unum, har 30 til 35 prosent av teimum spurdu, søgdu seg hava verið saman við einum av sama kyni, men hetta var áðrenn tosað var um sam- bi- og transkynd fólk, greiðir Manijeh Elsa Modi frá. Hon er virkin í Friðarboganum og næstforkvinna í ANSO, norðurlendska felagsskapinum fyri lesandi bi-, trans-, og samkynd. Spyrt tú, um hon er samkynd, er svarið, at hon ikki hugsar um seg sjálva sum samkynda. Hon forelskaði seg í einari kvinnu einaferð, sum hon var saman við, og tískil er hon samkynd ? í øllum førum so leingi hon ikki hevur forelska seg í einum manni aftur ? um so verður, eitur tað bikynd og ikki hinskynd (heteroseksuel), tí gjørt er gjørt so at siga. Kassarnir, vit bólka okkum í, eru kanska minni áhugaverdir. Um Manijeh ynskir at liva saman við eini kvinnu, hevur hon ikki somu rættindi í Føroyum, sum onnur pør, ið kunnu gifta seg, og hetta er eitt týdningarmikið mál, ið arbeiðast má við, heldur hon. Av tí sama kallar hon seg gjarna sam- ella bikynda, tí tað er ringt at virka saman fyri eini søk, um barnið ikki hevur nakað navn.
Minnilutin ræður
Manijeh Elsa Modi er 32 ár og hevur eina bachelorgrad í búskapi og eina í teldufrøði. Nú tekur hon yvirbygningin í teldufrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon er nógv í Føroyum, og hevur ikki persónliga upplivað tað hart ella ringt at vera samkynd í Føroyum.
? Vinir, familja og kenningar hava í summum førum havt tørv á at hugsa seg um, men síðan hava tey tikið serstakliga væl ímóti mær og víst mær, at tey eru góð við meg, sum eg eri, sigur hon.
Áskoðanin er broytt, og tað er ikki so nógv mótstøða móti samkyndum í Føroyum longur, hóast tað kann tykjast so til tíðir.
- Í dag er ikki persónlig jagstran við at fólk verða ringd upp um náttina og tílíkt. Heldur er stóri trupulleikin hjá samkyndum í Føroyum lóggávan og politisk mótstøða frá nøkrum fáum, men tey rópa hart og fylla tí nógv, sigur hon og legur aftra
- Eg haldi, at tað er skeivt, at ein minniluti skal banka ein annan minniluta uppá pláss, meðan restin av samfelagnum letur standa til og kanska øtast við eisini. Eg trúgvi, at 80 til 90 prosent av føroyingum ynskja, at samkynd í Føroyum eiga at hava ordilig livikor.
Mugu loyva skrásettum parlagi
- Tað eru møguliga fimm til 10 prosent av føroyingum, sum tilvitað eru ímóti, og eg haldi, at tey sum eru harðast ímóti eru tað av ótta. Av ótta fyri at tað er syndafult, av ótta fyri Guðs revsing. Vit eru ein minniluti ? vera aldrin ein meriluti, men tey eru bangin fyri okkum. Vit vilja bara vísa teimum, at vit eru heilt vanlig fólk. Tað ynskja vit at gera við hesi ráðstevnuni ? við upplýsing og við at vísa okkum og vera sjónlig, so tey síggja, at vit eru heilt almindilig menniskju, ikki meira syndafull enn øll onnur, sigur Manijeh. Hon leggur dent á, at tað er tørvur á, at skrásett parlag verður loyvt her og nú, til tess at tryggja arvarætt og onnur búðskaparlig viðurskifti, eins og tað er ynskiligt, at samkynd á virðiligan hátt kunnu staðfesta sín kærleika til partnarin yvirfyri samfelagnum. Hetta nýtist tó ikki at merkja kirkjuliga vígslu, um føroyingar ikki ynskja tað. Haraftrat er alneyðugt við eini antidiskriminatiónslóg, tí enn kemur fyri, at mismunur verður gjørdur, sigur Manijeh.
Fjølbroytni og menning
Eitt trongt samfelag stendir í stað og eitt fjøllbroytt samfelag mennist. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri fjølbroytni og brúk fyri teimum ungu og lærdu kreftunum, sum vit eiga ? eisini teimum, sum eru samkynd, leggur Manijeh dent á.
? Vit síggja allastaðni, at eitt samfelag, sum gevur rúm fyri fjølbroytni mennist, men eitt trongt samfelag stirðnar. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri fjølbroytni ? fjølbroytni stimbrar bæði búskap og mentan, og samfelagið hevur brúk fyri okkum samkyndu eisini. Vit ynskja eins og øll onnur føroysk ung lesandi at hava møguleika fyri at koma heim og arbeiða við at byggja hetta landi upp, sigur Manijeh, og leggur aftrat:
Vit vóna, at føroyingar gera og skapa hjartarúm fyri okkum - at tað er pláss fyri okkum í okkara heimlandi. Men hava vit sum minniluti ikki somu rættindi sum onnur, er tað ringt at flyta heim.