Í blaðnum í dag lesa vit um Bakkafrost, sum ætlar at gera íløgur fyri meira enn ein milliard krónur næstu fimm árini. Ambitiøsa fyritøkan við høvuðssæti á Glyvrum hevur síðstu árini keypt seg inn í øll lið í framleiðsluketuni, kappingarneytar eru keyptir og altjóða hevur felagið staðið seg sera væl, bæði í kappingini um kundarnar og á keypsskálanum í Oslo.
Nú verður farið eitt stig víðari. Fyritøkan hevur roknað seg fram til, at virksemið er ov spjatt kring landið, og tað kostar pengar. Ítøkiliga eini 50-70 milliónir krónur um árið. Tað eru nógvir pengar, tá man er í altjóða kapping, og tí skal virksemið savnast í nýggjum og framkomnum virki á Glyvrum.
Tað er lítið at ivast í, at eitt nýmótans virki við eini 350-400 arbeiðsplássum er sera gott fyri Skálafjørðin. Virkið vil skapa optimismu og vøkstur í økinum. Men ætlanin merkir samstundis, at arbeiðspláss hvørva aðrastaðni kring landið. Arbeiðspláss hvørva í Klaksvík, Fuglafirði, Kollafirði, á Argjum og á Strondum. Sjálv sigur leiðslan á Bakkafrost, at eingin verður uppsagdur, men at nøkur skulu ferðast longri til arbeiðis.
Felagið brýtur onga lóg við at miðsavna sítt virksemi. Tvørturímóti brynjar felagið seg til framhaldandi at vera við í fremstu røð í altjóða kappingini, har 15 feløg í løtuni sita á 80 prosentum av allari laksaframleiðslu í heiminum.
Sum fyritøka hevur Bakkafrost fingið eina slíka stødd, at ætlanir inni í felagnum merkjast langt út í samfelagið. Samfelagsábyrgdin hjá Bakkafrost er størri enn hjá teimum flestu.
Í kjalarvørrinum á íløguætlanini kemur kjakið um arbeiðspláss. Tað kemur at síggjast aftur í teimum økjum, har arbeiðsplássini hvørva. Eins væl og tað kemur at síggjast aftur á Glyvrum og Skálafjørðinum annars, har arbeiðspláss leggjast afturat.
Miðsavnanin av virkseminum hjá Bakkafrost er dømi um, at lokal áhugamál og samfelagsábyrgd er eitt hugtak, ið kann definerast á sera ymiskan hátt.
Sambært leiðsluni í felagnum er útbyggingarætlanin og miðsavnanin ein fortreyt fyri, at felagið framhaldandi kann vera við í fremstu røð. Og arbeiðsplássini tí ikki hvørva úr føroyska samfelagnum.
Somu gongd hava vit sæð aðrastaðni, har smáar fyritøkur verða stongdar og virksemið savnað í størri og meira effektivar framleiðslueindir. Avbjóðingin hjá tí almenna er hvørja ferð at lofta teimum økjum, har arbeiðsplássini hvørva. At bera so í bandi, at optimisman verður varðveitt, eisini har naglin verður settur í hurðina.
Tað er ein almenn uppgáva at geva vinnulívinum góðar og tryggar karmar. Men tað er eisini ein almenn uppgáva at tryggja, at øki í landinum ikki detta niðurímillum. At stýra og raðfesta soleiðis, at íløgur verða gjørdar og optimisma fær gróðrarbotn í veiku økjunum – soleiðis at hesi ikki fána burtur í einki, meðan kraftcentur verða bygd aðrastaðni.