Samfelagsfrøði í 9.flokk

Guðrið Guðjónsson, 15, limur í Sosialistisk Ung
--------

Støðan í dag er tann, at ein kann enda 9. flokk uttan at hava fingið ein einasta tíma í undirvísing um samfelagið. Fyri tey, sum ikki fara víðari í skúlaverkinum, vil tað merkja, at tey ikki fáa undirvísing um samfelagsviðurskiftir yvirhøvur.
Vitandi um, at vit í dag hava lærugreinina “søga og samtíð”, sum eisini eigur at umfata samfelagslig viðurskifti, politikk og demokrati , sæst í námsætlanini, at tað í stóran mun er upp til læraran sjálvan hvussu hann raðfestir. Hetta er ikki í lagi, samfelagsfrøði eigur sjálvandi at verða ein lærugrein fyri seg. Nógvir næmingar byggja síni politisku sjónarmið í hesum aldrinum, og tí er tað alneyðugt at læra um samfelagið. Tað er týdningarmikið, at gera samfelagsfrøði til felagslærugrein í 9.flokki, fyri at fáa næmingarnar at hava áhuga fyri politikki í ungum árum, soleiðis, at tey mennast og leggja sítt egna politiska støði. Tá tey ungu fara á val fyrstu ferð, skulu tey hava havt møguleikan at læra um samfelagið og demokratiið.
Í okkara landi kunnu politikararnir gera næstan hvat sum helst, tá tey ungu eru støðuleys politiskt, vegna væntandi vitan, tí tað er nettupp ungdómurin, sum plagar at vera góður at gera uppreistur. Tí kann ein siga, at sum er, stendur demokratiið veikt. Hinvegin innføra vit samfelagsfrøði í 9.flokki, hevði tað í minsta lagi givið næmingum vitan um samfelagið, og kanska vakt áhuga, og við tí hevði ungdómurin verið meira politiskt aktivur.
Vit muga minnast til, at tey ungu er landsins framtíð, sum fara at atkvøða, og tað eru tey, ið verða okkara næstu løgmenn og ráðharrar. Tí er tað sera hóskandi at fáa okkara ungu áhugaði í politikki, og at menna teirra vitan um samfelagið. Ein trupulleiki er eisini, at ein næmingur, sum ikki fer víðari í studentaskúla, ella undir annan hægri lesna við samfelagsfrøði sum valfak, fær ongantíð lært um samfelagið, áðrenn hann atkvøður - altso um hann atkvøður. Tað er væl av týdningi, at næmingurin hevur eitt skilagott grundarlag fyri síni atkvøðu? Ein siðvenja kann vera, at tá ið ungdómurin atkvøður, velur hann sama flokk sum síni foreldur, tí at hann ikki hevur ment sína egnu politisku meining.
Samfelagið í Føroyum er lítið, m.a. tí eru miðlanir í Føroyum ikki á líka høgum støðið sum t.d. í grannalondum okkara, Danmark, Norra, Svøríki o.s.fr. Tí kunnu miðlanir ikki vera einasta vegleiðing í samfelagsviðurskiftum og upplýsing til tey ungu, hóast teir eisini eru ein týdningarmikil partur av at tilogna sær vitan. Tað stillar tí serliga stór krøv til ungdómin at hava ein kritiskan hugburð til útvarp, sjónvarp og alnetið. Vit noyðast at upplýsa ungdómin , tað er grundarlagið fyri eitthvørt demokratiskt samfelag í vesturheiminum.
Seinastu árini hava vit fingið stóra kapping frá grannalondum okkara. Ein partur av ungdóminum í Føroyum velur ella ynskir heldur, at fara uttanlands á eftirskúlar. Tað er eisini í lagi, men tað skal ikki vera orsakað av einum vánaligum skúlaverki her heima. Okkara ungdómur, ið vit so fegin vilja stuðla og hava at varðveita okkara mentan, verður av ongum, um vit ikki taka annað skinn um bak.
Stundin er ikki komin at niðurraðfesta útbúgving, við t.d. at útseta skúlan í Marknagili, ella minka um stuðulin til skúlaverkið. Heldur skulu vit spýta eyka fígging og játtanir inn í miðnámið og fólkaskúlan. Vit mugu økja um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, soleiðis at vit kunnu tryggja okkara framtíð, og geva okkara ungdómi møguleikan at luttaka meira aktivt í samfelagskjakinum.

Ein góð byrjan er, at innføra samfelagsfrøði í 9.flokk. Vánaligari skúlar og útbúgvingarmøguleikar, sum bert vera verri um vit ikki fjálga um teir, er ikki rætta leiðin fyri eina góða framtíð hjá ungdóminum í Føroyum.