Samfelagsfundir á Saltsøluni

Hendan myndin er tikin á eystaru bryggju í Havn í 50-unum. Stóri bygningurin er Saltsølan. Í fleiri ár hevði brøðrasamkoman samfelagsfundir úti á Saltsøluni. Hetta var áðrenn nýgga Ebenezer bleiv varð liðugt fyrst í 60-unum

Bygningurin hjá Saltsøluni á eystaru bryggju var karmur um fleiri samfelagsstevnur hjá brøðrasamkomuni í 50-unum. Gamli salurin, Ebenezer, í miðbýnum, var blivin ov lítil til at hýsa teimum, sum komu úr øllum landinum til hesar fundir. Tá nýggi Ebenezer bleiv liðugur fyrst í 60-unum, vórðu fundirnir hildnir har. Seinnu árini hevur Ítróttarhøllin á Nabb eisini verið brúkt til samfelagsstevnurnar. Á hesi myndini eru fólk á veg út úr Saltsøluni, og bussar hjá Óla Arge eru komnir eftir teimum. Eisini er ein lastbilur og ein Ford Consul persónbilur millum báðar bussarnar. Sum tað sæst, blivu nógvar sildatunnur brúktar hesa tíðina. Sildatunnurnar vórðu bæði innfluttar og gjørdar á Tunnuvirkinum. Bygningurin hjá Saltsøluni bleiv seinni longdur vestureftir.

Myndin er úr myndasavninum hjá Birgari Johannessen