Samfelagsgongdin avspeglað í Sparikassanum

Góða gongdin í føroyska samfelagnum og búskapinum verður avspeglað í tí, at Føroya Sparikassi mánadagin kundi vísa á sítt besta úrslit nakrantíð. Føroya Sparikassi tekur í dag munandi størri lut í vinnulívsfígging enn undanfarin ár. Eisini nógvu ómaksgjøldini hava givið eitt gott íkast til ársúrslitið, sum eisini vísta ein minkandi solvens

Ársroknskapur

Tað kostaði 104 mió kr. at reka Føroya Sparikassa í 2001. Mánamorgunin var Føroya Sparikassi eisini til reiðar við sínum ársroknskapi fyri 2001, stutt eftir, at Føroya Banki hevði almannakunggjørt sín ársroknskap fyri 2001. Eins og við Føroya Banka vísti ársroknskapurin hjá Føroya Sparikassa ein sera gott úrslit, ið Marner Jacobsen, forstjóri, kallar fyri tað besta úrslitið hjá Føroya Sparikassa nakrantíð. Ársroknskapurin skal bert góðkennast av aðalfundinum hjá Føroya Sparikassa, og hetta verður mest sannlíkt bert ein avgreiðsluspurningur.
Samfelagsgongdin verður avspeglað ársroknskapinum hjá Sparikassanum. Ein roknskapur, sum vísir eitt árslit áljóðandi 73, 829 mió kr., áðrenn skatt. Eftir at skatturin er goldin eru 58,526 ´mió kr. eftir á niðastu linju.

Meira vinnulív
Sum heild er munandi øðrvísi lesnaður at lesa henda seinasta roknskapin hjá Føroya Sparikassa í mun til teir roknskapir, ið føroyski bankaheimurin hevur víst á áður. Tað gongur sera væl í føroyska samfelagnum við góðum og høgum fiskaprísum, stórari tilflyting umframt tí stóra hákonjukturi, ið vit njóta væl av.
Føroya Sparikassa hevði undir kreppuni rættiliga góð úrslit á vísa á, í mun til aðrar peningastovnar í landinum. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at Føroya Sparikassin nýtti skynsaman politikk á útlánunum, og Sparikassin lánti so at siga bert út við fyrsta veðrætti, og hetta gav Sparikassanum ein sera stóran fyrimun. Síðani er Føroya Sparikassi eisini komin undir bankalógina og verður eisini umlagdur til partafelag í næstum. Hetta sæst eisini fyri ein part aftur í virkseminum hjá Føroya Sparikassa fyri 2001. Grunnar hjá Føroya Sparikassa eru vorðnir strikaðir, men hesir venda eftir øllum at døma aftur, tá umleggingin til partafelag er liðug.
?Føroya Sparikassi er vorðin meira kommersiellur, og hetta hava vit eisini merkt, men vit koma framvegis at føra sama politikk, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
Lánini til vinnulívið vuksu munandi í farna árið hjá Føroya Sparikassa. Vinnulánini mynda 35,2% av teimum góðu 3,5 milliardunum, ið Føroya Sparikassin kann bókað undir útlán. Teir privatu kundarnir mynda framvegis 65,1% av útlánunum hjá Føroya Sparikassa. Talið av privatum lánum er eisini voksið, men nógvu vinnulívslánini, einamest til alivinnuna, hava givið ein rættiliga markantan vøkstur. Marner Jacobsen legði áherðslu á, at Sparikassin framnvegis hevur álit á alivinnuni, hóast gongdin seinastu tíðina ikki júst hevur verið tann besta.
Av øðrum tølum kunnu nevnast, at Føroya Sparikassi eigur eina ogn áljóðandi 4,94 mia, ið er ein stórur vøkstur upp á yvir 600 mió. Vinningurin fyri hvørja útreiðslukrónu gjørdist 1,58. Føroya Banki kundi sama tíðarskeið vís a á ein vinning upp á 2,55 kr. fyri hvørja kostnaðarkrónu.
Gjaldføri Sparikassans var við árslok 934 mió. kr. móti 930 mió. kr. í 2000. Hetta er væl omanfyri lógarkravið. Eisini solvensurin hjá Føroya Sparikassa er væl omanfyri solvenskravið, ið danska fíggjareftirlitið setur. Solvensurin hjá Sparikassanum minkaði tó frá 29,6% til 24,1%. Hetta skyldast, at Sparikassin nú skal taka hædd fyri fleiri risikoum enn áður.
Eitt annað áhugavert er, at inntøkurnar frá ómaksgjøldum eru voksnar við fýra milliónum til góðar 12 mió. Hetta við ómaksgjølgum er nakað, ið kundarnir skulu venja seg við, men Sparikassin hevur samstundis lagt seg eftir at bjóða ókeypis tænastir við heimagreiðslu og øðrum, og Sparikassin hevur eisini lagt til merkis, at fólk nýta meira og meira hetta slagið av tænastum.
Roknað verður við, at gongdin hjá Føroya Sparikassa heldur fram. Stjórarnir í Sparikassanum, Marner Jacobsen og Bjarni Olsen, roknað við einum enn betri úrslitið fyri 2002.