Tað eru tær tríggjar samkomurnar Siloa í Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu, sum standa fyri hesi stevnu.
Møtir verða í høllini leygardagin 11. apríl, 1. páskadag 12. apríl og 2. páskadag 13. apríl. Haraftrat verða møtir í Siloa skírisdag 9. apríl og langafríggjadag 10. apríl.
Byrjað verður í høllini á Kambsdali leygardagin kl. 16 við barnamøti. Sunnudagsskúlalærararnir úr teimum trimum samkomunum skipa fyri. Har verður sangur, søga, spurnarkapping o.a. Síðani verður møti kl. 20 og opið hús í Siloa kl. 22. Hildið verður fram 1. páskadag, tá ið morgunmøti verður kl. 11. við breytbróting. Síðani verða møti kl. 16 og 19. Millum hesi bæði møtini verður nátturði til øll í høllini. Kl. 22 verður opið hús í Siloa. Stevnan endar 2. páskadag við møtum kl. 11 og 17.
Sangluttøka verður hesar dagar av sangkórunum úr Siloa og Betesda, Klaksvík og einum ungdómskóri av Toftum.
Tey ungu skipa fyri opið hús-løtunum um kvøldið í Siloa. Har verð-ur lovsangur, vitnisburður, tala og møguliga onkur sangbólkur.
Møtini í Siloa verða skírisdag kl. 18 og langafríggjadag kl. 16 og 20.
Fyrireikararnir siga, at teir vóna at síggja nógv fólk ymsastaðni frá hesar dagar. Eisini er møguleiki at fáa innivist hjá onkrum í teimum trimum bygdunum. Viðvíkjandi tí og um samfelagsstevnuna annars verður víst til kunngerð aðrastaðni í blaðnum.