Samfelagsstevna um tvær vikur

Ebenezer: Um 14 dagar verður árliga samfelagsstevnan hildin í Ebenezer í Havn.

Hetta plaga at vera sannir hátíðardagar hjá limunum í samkomuni og hjá teimum mongu vitjandi kring alt landið. Í fjør varð sostatt mett, at eini 8000 fólk vóru til hesi møtini.

Sunnudagin 18. november verður møtið tikið upp. Tað verður sent í útvarpinum sunnudagin 2. desember.