Samfelagsstevnan á Skálafjørðinum

Um páskirnar skipaði Brøðrasamkoman fyri stórari samfelagsstevnu í høllini í Runavík, har m.a. ymiskt virksemi hjá samkomunum varð sýnt fram á básum

 

Nógv fólk hevur um páskirnar leitað sær inn á samfelagsstevnuna á Skálafjørðinum, sum samkomurnar Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Runavík og Nebo á Toftum skipaðu fyri.

Stevnan byrjaði við einum evangeliskum fundi á Skála, meðan hinir fundirnar vóru í ítróttarhøllini í Runavík. Vanliga vóru tveir fundir um dagin, meðan um kvøldið varð skipað fyri ungdómsmøtum, sangløtum og kvøldsetum í Berøa í Runavík.

Til hetta høvið var ein nýggj útgáva av sangbókini Lova Harranum prentað. Bókin hevur 287 sangir og kór við upplýsingum um sangskrivara og tónasmið.

Á samfelagsstevnuni var nógvur sangur umframt talurnar. Siloakórið úr Fuglafirði, Sangkórið úr Ebenezer, Sangkórið úr Nebo og barnakórið úr Berøa í Runavík settu sín dám á møtini.

Fleiri fólk, sum taka lut í ella hava tikið lut í trúboðanarverki, greiddu á fleiri av fundunum frá teirra virksemi og upplivingum í hesum verki.

Í høllini vóru settir upp eini tjúgu básar, sum á ymsan hátt sýndu virksemi hjá samkomunum. Framsýningarnar vóru opnar undan og eftir fundirnar. Tað vóru stovnar og samfeløg, sum eru í trúboðanarverki, ið skipaðu fyri framsýningunum.