Í gjár var rættuligt illveður kring landið. Nógvur vindur var av landssynningi og eystri. Eisini kavaði illa nógvastaðni og jarðrok var á flestu vegastrekkjunum millum bygda.
Hetta hevði við sær, at samferðslan gjørdist heldur óreglulig. Neyðugt varð at steingja vegin til Vestmanna, tí har reyk so illa, og ringt var hjá kavaruddarunum hjá Landsverkfrøðinginum at halda vegin reinan fyri kava.
Fleiri bilar fastir
Fyrrapartin í gjár stóðu fleiri bilar, sum vóru farnir avstað áðrenn vegurin varð stongdur, fastir á vegastrekkinum til Vestmanna. Men maskinurnar hjá Landsverkfrøðinginum vóru skjótar at koma fólkunum til hjálpar, so av hesum stóðst eingin vandi.
Ikki var koyrandi til Gjáar og Oyndarfjarðar meginpartin av degnum í Gjár. Har bar illa til at grava, tí tað reyk so illa.
Leiðirnar 400, 100 og 703 við síðuleiðum vórðu avlýstar tíðliga gjáramorgunin, og tá Sosialurin tosaði við SL á middegi í gjár var ikki vist, nær leiðirnar fóru aftur at koyra.
Smyril seinkaður
Smyril hevði ein heldur drúgvan túr úr Suðuroynni gjáramorgunin. Hann skuldi fara av Drelnesi klokkan sjey, men av tí, at bíðað var eftir, at Hoyvíkingur kom inn á Tvøroyri við sjey monnum, ið skuldu til Havnar, fór hann ikki avstað fyrr enn tjúgu minuttir seinni.
Orsakað av ringa sjógvinum og mótrákinum var neyðugt hjá Smyrli at fara vestur um Sandoynna. Tískil gjørdist túrurin heldur drúgvur, og var skipið ikki á Havnini fyrr enn klokkan hálvgum ellivu, hálvanannan tíma seinkaður.
Hóast ringa veðrið í gjár, helt Smyril fram at siga eftir vanligu ferðaætlanini.
Flogferðslan reglulig
Hóast ringa verðið var flogferðslan so at siga reglulig allan dagin. Maersk flogfarið lendi sum væntað klokkan ellivu fyrrapartin og fór av stað aftur til vanliga tíð.
Flogfarið hjá Atlantsflog valdi at útseta fráferð sína úr Vágum til øll tey mongu ferðafólkini, sum stóðu føst á veg til Vestmannar, vóru komin á flogvøllin.
Tá vit tosaðu við kunningardiskin á flogvøllinum í gjár, var nógvur vindur og rok. Men ætin til at fara á flog og til at lenda var góð. Heldur ikki bilti at halda flogvøllin reinan.