Samferðslan verður hálvgum løgd lamin í morgin

Bæði á sjógvi og landi verða fáir túrar í morgin

Hann sigur frá rættiliga nógvum vindi í morgin. Hann fer at veksa vindin út á fyrrapartin, men serliga eftir døgverða verður stormur við hvirlum langt yvir 30 metrar um sekundið av norði, ella útnyrðingi norði.

 

Tað merkir, at Samferðslan verður rættiliga nógv skerd í morgin, bæði við bussunum hjá Bygdaleiðum og við ferjunum hjá Strandferðsluni.

 

Strandferðslan boðar frá, at á einstøkum rutum verður eingin sigling yvirhøvur, men annar verður bara koyrt og siglt fyrrapartin í morgin, onkustaðni til beint eftir døgverða – og tað er galdandi um alt landið. Tann mesti vindurin verður um fýra tíðina seinnapartin í morgin, men so minkar hannaftur, men tað verður ikki fyrrenn tíðliga í annaðkvøld, at hann minkar vindin aftur av álvara.